Aldursforsetin heldur føðingardag í Gundadali

Tað eru 27 ár síðani, at B36 tapti á heimavølli ímóti TB, men fleiri ferðir í hesi øldini eru tvøramenn farnir til hús við javnleiki, og B36 hevur kent seg hava tapt tvey stig

Í morgin vera tað 127 ár síðani, at fyrsta føroyska fótbóltsfelagið varð stovnað. TB sá dagsins ljós 13. mai 1892.

Tað hevði verið framúr føðingardagsgáva, sum spælararnir høvdu givið felagnum, um tað eydnaðist at vinna úrtøku í dag, tá ið TB skal spæla í Gundadali ímóti B36.

Tølini siga, at tað er langt síðani, at TB fór úr Gundadali við fullari úrtøku ímóti B36. Í 1992 varð TB hundrað ár. Hetta árið - fyri 27 árum síðani - var Finn Røntved venjari á Tvøroyri. Tá vann TB 2-1 í Gundadali ímóti B36. Málskjúttar vóru Jon Johannesen og Eyðun Gullok Svalbard.

Zoran Pavlovic er TB venjari í ár, og hann stóð á odda, tá ið TB 7. juni 1998 var í Gundadali. Ta ferðina vann B36 7-0.

Síðani túsundáraskiftið hevur B36 tólv ferðir havt vitjan av TB og samansetta liðnum hjá Suðringum. Átta ferðir hevur B36 vunnið, og fýra ferðir er tað endað javnt. Síðsti javnleikurin var 10. apríl 2016, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur.

TB hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, men hugburðurin er framvegis góður. Hóast 3-0 tap á heimavølli ímóti NSÍ síðsta sunnudag varð avrikið roknað at vera á góðari leið.

Hjá TB er Poul Ingason langtíðarskaddur, og Andrias Sørensen er burturstaddur.

B36 er á fimta plássi, men tað er bara eitt stig fram til næstfremsta plássið.

Sunnudagin riggaði tað væl ímóti ÍF, tá ið B36 vann 3-0, og Lukasz Cieslewicz var tvífaldur málskjútti.

B36 skaðalistin er framvegis langur. Michal Przybylski hevur spælt alt meiri tær seinastu ferðirnar, og tað gongur rætta vegin hjá Hugin Samuelsen og Erling D. Jacobsen.