Í minsta lagi 224 deyð í ísraelskum álopum í Iran

Níggju av tíggju, sum eru dripin í álopinum hjá Ísrael, eru sivilfólk, sigur iranska ráðið. Millum ofrini er iranskur njósnaraovasti.

Fólk renna gjøgnum eina gøtu í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir eitt ísraelskt álop sunnudagin. Sambært einum talsmanni fyri heilsumálaráðið í landinum hava 224 fólk latið lív, nógv tey flestu sivilfólk. - Mynd: Hamid Amlashi

Talið av deyðum eftir álopini hjá Ísrael á Iran er komið upp á 224, boðar iranska heilsumálaráðið frá sunnukvøldið.

Fleiri enn 1.200 onnur hava fingið skaða í álopunum, sum byrjaðu fríggjadagin.

- Eftir 65 tímar við ágangi frá zionistiska stýrinum hava 1.277 fólk fingið skaða. 224 kvinnur, menn og børn eru vorðin pínslarváttar, skrivar talsmaðurin hjá ráðnum, Hossein Kermanpour, á sosiala miðlinum X.

Hann legði afturat, at 90 prosent av teimum dripnu vóru sivilfólk.

Hetta veit AFP at siga.

Millum tey hundraðtals deyðu eru eisini framstandandi persónar innan herin í Iran.

Máttmikla kollveltingarverjan staðfesti seint í kvøld, at leiðarin fyri fregnartænastuna, Mohammad Kazemi, er dripin. Tað sama er galdandi fyri tveir aðrar generalar í tænastuni.

Fyrr í dag rakti eitt ísraelskt álop millum annað flogvøllin í býnum Mashhad í útnyrðingspartinum av Iran.

Verjumálaráðið í høvuðsstaðnum Teheran skal eisini hava fingið skaða eftir eitt ísraelskt álop.

Sambært iranskum miðlum vórðu iranska uttanríkisráðið og høvuðssætið hjá løgregluni í Teheran eisini rakt.

Fleiri starvsfólk í uttanríkisráðnum hava fingið skaða, upplýsir varauttanríkisráðharrin, Saeed Khatibzadeh, sambært iransku tíðindastovuni Irna, skrivar Reuters.

Óformligar keldur seta talið á deyðum hægri enn iransku myndugleikarnir.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Activists, sum hevur skrivstovu í Washington D.C., hevur síðani fríggjadagin skrásett 406 deyðsføll og 654 skadd í Iran, skrivar tíðindastovan AP.

Ísraelsku álopini hava í høvuðsheitum verið ætlað hernaðarleiðsluni í Iran og kjarnorkuverkunum í landinum.

 

/Ritzau/

 

Fólk renna gjøgnum eina gøtu í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir eitt ísraelskt álop sunnudagin. Sambært einum talsmanni fyri heilsumálaráðið í landinum hava 224 fólk latið lív, nógv tey flestu sivilfólk. - Mynd: Hamid Amlashi