Aleqa Hammond: Eg skilji atfinningarnar

Aleqa Hammond, fyrrverandi landstingforkvinna í Grønlandi, er enn einaferð tikin í ovurnýtslu av almennum peningi

Aleqa Hammond úr Siumut er enn einaferð tikin í at nýta ov nógvan almennan pening til sín sjálvs.

 

Sum limur í Fólkatinginum hevur hon eitt gjaldskort, ið hon kann nýta til ferðing aftur og fram á fundir og annað virksemi í tí sambandi.

 

Aleqa Hammond hevur ikki bert nýtt kortið til slík høvir, men eisini til privat endamál, so sum at keypa matvørur inn og at keypa klæðir.

 

Siumut Ungdómur sendi eitt tíðindakskriv út til miðlar í dag, har teir tóku frástøðu frá slíkum atburði frá sínum politikarum. Hon hevur eisini fingið ákoyringar nógva aðra staðni frá, serliga úr Grønlandi.

 

Tilsamans er talan um kr. 12.000, ið Fólkatingið nú hevur sett seg í samband við hana um at rinda aftur.

 

Sambært Sermitsiaq, sigur Aleqa Hammond sjálv, at hon skilir hví nógv eru uppøst, men at talan er um eina misskiljing. Hon sigur við DR, at hon hevði ikki ætlanir um at snýta og talan er um eina misskiljing. Tì ætlaði hon at møtast við teim røttu instansunum og fáa greiðu á málinum.

 

Aleqa Hammond sigur, at hon skilir atfinningarnar, men at hon hevur fingið stóran undirtøku eisini.