Alexander Kacaniklic, sum javnaði til 1-1, og Jonas Olsson vóru fegnir um, at Svøríki slapp við skrekkinum ímóti Føroyum, og fekk trý stig á Tórsvølli.
Jonas Olsson sat sum sjey ára gamal smádrongur, og sá Føroyar vinna 1-0 á Eysturríki í Landskrona á sinni. Hann viðgongur, at tað einu løtuna hevði eina "eysturíkska" kenslu,
Jonas Olsson heldur at føroyska liðið stóð seg væl, og at okkara menn hava ein góðan møguleika at fáa stig ímóti Írlandi týskvøldið. Teir halda avgjørt ikki, at Føroyar eru eitt "Blábers-lið", sum summir svenskir miðlar hava havt hug at nevna okkum.
Vit prátaðu við Alexander Kacaniklic og Jonas Olsson aftaná dystin. Prátini kunnu hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.