Hann er roknskaparleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar, og hann hevur í mong ár verið at hoyrt í Útvarpinum, har hann serliga hevur gjørt sendingar um andaligan sang og tónleik.
Alexander er havnarmaður. Barnaheimið er í Marknagili, og Alexander bygdi við síðuna av hjá foreldrunum og á trøðni hjá teimum. Foreldrini eru Jenny og Tórolvur Samuelsen. Tey eru bæði fødd í 1928. Hon er ættað úr Norðragøtu, og hann er úr Havnini. Alexander er einkarsonur teirra.
Eftir studentsprógvið í Hoydølum í 1975, fór Alexander at læra í Føroya Banka. Í 1978 fór hann til grannskoðaravirkið hjá Carl Vilhelm Weihe. Í hálvt annað ár frá 1985 var hann á Saltsøluni, og frá 1987 og fram til í 2000 hevði hann saman við barndómsvininum Óla Regini Hansen grannskoðaravirkið HanSam. Seinastu fimm árini hevur Alexander verið roknskaparleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tey eru í alt seks starvsfólk í tí deildini.
Meðan Alexander var í bankanum, gekk hann í handilsskúla, og árini hjá Carl Vilhelm Weihe leyk hann merkonomútbúgving í revisjón á Føroya Handilsskúla, og tá varð hann eisini skrásettur grannskoðari.
Tað nógva av frítíðini nýtir Alexander í Ebenezer, har hann seinastu umleið trettan árini hevur havt kassan og roknskaparligu viðurskiftini um hendur.
Alexander var sunnudagsskúlalærari í meiri enn tredivu ár, og hann loysir framvegis av í sunnudagsskúlanum. Síðani 1972 hevur Alexander verið í sangkórinum, har hann tað nógva av tíðini hevur havt umsitingarligu ábyrgdina.
Í 1978 var hann ein av teimum, sum fóru at royna seg í dupultkvartett, og teir í Dupultkvartettini í Ebenezer hava verið drúgvir og trúgvir. Teir hava sungið í Ebenezer og øðrum samkomum. Teir hava umboðað almennu myndugleikarnar, og teir hava mangan í sambandi við serlig høvi - bæði í gleði og sorg - sett dám á við sínum avbera vakra sangi. Hetta hava teir gjørt kring oyggjarnar og eisini í øðrum londum, eitt nú í Íslandi, Danmark og Grønlandi.
Alexander giftist í 1976 við Súsannu fødd Joensen og ættað úr Klaksvík. Foreldrini hjá henni eru Jona, sum doyði í 2002, og Malvinus Joensen. Tey eru bæði ættað úr Klaksvík.
Súsanna og Alexander eiga trý børn. Tórolvur, sum er føddur í 1976, Jenny fødd í 1981 og Alexander, sum er føddur í 1989. Jenny er gift Sveini í Heiðunum úr Saltangará. Tey eiga dóttrina Súsonnu. Jenny býr í Keypmannahavn, og Tórolvur og Alexander búgva í Havnini.
Í frítíðini hevur Alexander, sum er ógvuliga virkin, røkin og nágreiniligur, eitt nú fingist við at gera útvarpssendingar. Hann hevur gjørt Gospelløtur, Meðan hildið verður heilagt og Í víngarðinum, sum hann ofta og við góðum hegni og hugflogi legði nógva orku í. Seinastu tíðina hevur hann av og á verið at hoyrt á Rás 2, har Evangeliska Røddin ger sunnudagssendingina Kelduvaðið.
Súsonnu og Alexanderi dáma væl at ferðast, og tey hava ofta ferðast uttanlands og ikki so sjáldan saman við foreldrum hansara, sum tey búgva undir liðini á, og sum tey hava so ógvuliga nógv við at gera.
Føðingardagin er tað opið hús í Pálsstovu frá á middegi og inntil klokkan fimm.J