21 ára gamli Alexander Holm Kilgour var í fjør við í 23 landskappingardystum, tá ið FC Suðuroy endaði næstaftast og flutti niður úr bestu deildini. 16 ferðir varð hann skiftur inn.
Í dag spældi FC Suðuroy fyrsta landskappingardystin í 1. deild eftir niðurflytingina. Tað var á Sandi ímóti B71, og FC Suðuroy er á veg suður við 2-1 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið.
Eisini í dag var Alexander Holm Kilgour á beinkinum frá fyrsta bríksli. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hann gjørdi so nógv um seg, at hann varð kosin at vera dagsins maður. Tað kann gott vera, at hann verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið FC Suðuroy um eina viku fær vitjan av ÍF.
B71 legði seg á odda í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Málskjútti var Lucas Ørneborg. Danski spælarin var á B71 liðnum eftir summarsteðgin í fjør, tá ið hann í 10 dystum sioraði sjey mál.
Beinanvegin eftir steðgin vóru teir í FC Suðuroy rættiliga ágangandi, og tá ið ein tími var farin, eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Alexander Holm Kilgour, og tríggjar minuttir seinni skoraði hann málið, sum vísti seg at vera 2-1 sigursmálið.
Í øðrum umfari fer B71 at spæla á útivølli ímóti Víkingi.












