Hóast góðu byrjanina upp á kappingarárið, so er einki at ivast í, at tey á Skála høvdu ætlað sær ein breiðari hóp til besta mansliðið, enn tey hava í løtuni.
Enn hevur felagið ikki fingið spæliloyvini til teir tríggjar útlendingarnar, sum annars eru komnir til landið, og bara tað í sjálvum sær er sjálvandi dyggur smeitur.
Og hartil má liðið eisini vera tveir av vanliga føstu stuðlunum fyriuttan. Arnhold Berg meiddi sær krossbandið tíðliga í vár, og hann verður møguliga als ikki við í ár, og eisini Alexandur Johansen hevur drigist við skaða seinastu tíðina.
- Talan er um bruna í eini spong, og enn fái eg so slettis ikki vant saman við hinum.
Hvussu leingi roknar tú við tað fer at ganga, áðrenn tú aftur kanst hjálpa liðfeløgunum.
- Tað verður helst ein mánaður, áðrenn eg kann hugsa um at verja aftur. Vónin hjá mær er at vera við, tá vit í juni mánaði skulu spæla í inter-toto kappingini. Og skal tað ganga, so skal eg helst sleppa í gongd við veruliga bóltvenjing frá byrjanini av mai mánaði. So má eg bara royna at halda kropsligu venjingini við líka á annan hátt hesa tíðina, og so bara geva tol í aðrar mátar, staðfestur Alexandur Johansen.