Støðan hjá kvinnum og gentum um allan heim líður undir sterkari mótsøgn til vælvalgdu orðini í alheimssamskiftinum, sigur Amnesty International í dag, alheims kvinnudagin.
Hóast lyftini og kunngerðirnar, sum gjørdar vórðu fyri fimm árum síðani á fjórðu alheims ráðstevnuni um kvinnurættindi í Beijing, hevur sera lítil framgongd verið útinnt av stjórnunum fyri at verja kvinnurættindini frá eini ørgrynnu av mannarættindarligum brotum, sum verða framd av kynsligum orsøkum, sigur Amnesty International.
Framhaldandi miseydnaðu royndirnar at verja kvinnurættindini vísa skortandi politiskan vilja veruliga at gera broytingar í lívinum hjá kvinnum.
Tað er vanligt, at stjórnir gloyma síni lyfti og sínar avtalur, ið gjørdar eru á alheims pallinum, og seta meinbogar í vegin fyri at verja rættindini hjá kvinnuni við at draga mentunarligar og átrúnarligar áhugar upp í málið.
Fleiri kvinnur og gentur doyggja dagliga orsaka av ymiskum hættum fyri kynsligum ágangi enn av nøkrum øðrum broti á mannarættindini. Hvørt ár verða eitt ótal av kvinnum og ungum gentum meislaðar, bukaðar til deyðis, brendar livandi, neyðtiknar ella seldar til kynslig endamál, fyrst og fremst tí tær eru kvinnur.
Kvinnur verða framvegis viðgjørdar sum annað klassa borgarar í fleiri pørtum av heiminum, og tær verða útsettar fyri diskriminerandi lógum og gerðum, ofta av átrúnaði, siðvenju ella mentan. Í Pakistan t.d, verða hundraðtals kvinnur dripnar í heiðurinnar navni um árið, og hóast slíkar gerðir eru ólógligar, verða tær framdar framhaldandi orsaka av líkasælu og kynsligum fordómum hjá pakistanskum myndugleikum. Í øðrum londum verða kvinnur umskorðnar undir tvingsli, hóast hetta er ímóti lógum landsins.
Ábyrgdina fyri hesum ágangi hava stjórnirnar, um tær regluliga onki gera fyri, at draga áleypararnar í rættin, og misrøkja teirra skyldur at verja kvinnur móti slíkum ágangi, leggur felagskapurin áherðslu á.
Kvinnur eru serliga í vanda í økjum, har vápnaðar ósemjur valda. T.d. kann nevnast, at kvinnur og ungar gentur eru í serligum vanda, tá tær eru flóttarfólk, hóast ta serliga eru tær, ið skulu taka sær av teimum ungu, sjúku og eldri í ókenda og fíggindaliga sinnaða umhvørvinum. Tíverri hendir tað seg alt ov ofta, at hesar kvinnur verða neytiknar, ella annar kynsligur ágangur verður framdur ímoti teimum við landamørk og í flóttarfólkalegum.