Í Føroyum hevur PCB ongantíð verið framleitt og ei heldur hevur tað verið nýtt í stórum nøgdum. Men hóast tað vísa kanningar, at í føroyskari bróstamjólk er innihaldið av PCB høgt. Kanningar hjá føroyska granskaranum Pál Weihe í tíðarskeiðinum 1994-1995 vístu, at í roynd og veru eru nógv størri nøgdir av PCB at finna í mjólkini hjá føroyskum barnakonum enn t.d. hjá barnakonum í Svøríki ella Kanada. Hesi londini eru tó nærri við upprunakelduna enn Føroyar.
Føroyski maturin fær skyldina
Orsøkin til, at føroyskar barnakonur hava meira PCB í mjólkini enn kvinnur í grannalondunum vísir seg at vera kosturin. Føroyar liggja jú mitt í sjónum, og tí er tað natúrligt, at ein stórur partur av okkara gerandiskosti kemur úr sjónum. Kanningarnar vístu, at tað var ein týðiligur munur á føroyskum kvinnum, sum ótu lítið av siðbundnum føroyskum mati, so sum sjófugli og spiki, og teimum kvinnum, sum ótu meir av hesum, – teirra mjólk var meira dálkað av PCB.
Kroppurin sleppur ikki av við PCB
PCB verður seint niðurbrotið í okkara kroppi. Einasti munadyggi hátturin, ið kroppurin kann sleppa av við PCB´ið er við at framleiða bróstamjólk. Hetta er ikki heppið, tí PCB er nógv hættisligari fyri ein nýføðing, sum er lítið mentur, enn fyri eitt vaksið fullment fólk.
Tað at PCB verður so seint niðurbrotið, merkir eisini, at tann kosturin, sum ein kvinna etur, áðrenn hon gerst við barn, hevur nógv at siga. Og tá meinast við fleiri ár áðrenn, hon gerst við barn. Tað er nyttulítið at gevast við at eta PCB-ríkan mat bert tað tíðarskeiðið, sum kvinnan er við barn. Best er, at sum minst verður etið av hesum kosti, so leingi sum kvinnan hevur ætlanir um at fáa børn.
Boðberarnir í kroppinum órógvast
Hóast PCB bert er deyðiligt í sera stórum nøgdum, so hevur tað nógvar neiligar fylgjur. Ávísir formar av PCB líkjast nógv okkara egnu hormonum. Tí órógvar PCB tær kropsfunktiónir hjá okkum, sum eru stýrdar av júst hesum hormonum.
Ein formur av PCB líkist nógv kvinnuliga hormoninum østrogeni, og ein annar formur líkist nógv hormoninum thyroxin. Thyroxin er týdningarmikið fyri menningina av heilanum. Kanningar hava víst, at um eitt fostur er nógv ávirkað av PCB, kann tað hava við sær trupulleikar við innlæring og atferð seinni á lívsleiðini.
Dreingjafostur skadd av kvinnuligum hormoni
Í 1993 løgdu Sharpe og Skakkebæk fram Østrogen-hypotesuna. Hon sigur, at tíðliga í menningini fer eitt dreingjafostur at verða nógv ávirkað, um tað verður fyri ov stórum nøgdum av kvinnuliga hormoninum østrogen ella evnum, sum líkjast østrogeni, sum t.d. PCB.
Eitt dreingjafostur, sum er nógv ávirkað av østrogeni ella einum evni við somu ávirkan, fær ikki eina vanliga kynsmenning á fosturstøði. Týdningarmiklar kyknur, sum eita sertolikyknur, mennast ikki, sum tær eiga. Sertolikyknur eru at finna í eistunum á monnum, og nøgdin av teimum verður fastløgd á fosturstøði og tíðliga á barnaárum. Nøgdin av sáðkyknum, sum ein maður er førur fyri at framleiða, hongur neyvt saman við, hvussu nógvar sertolikyknur eru at finna í kroppinum á manninum. Ein maður, sum ikki hevur framleitt nógvar sertolikyknur tíðliga í lívinum, fer tí at hava ringa sáðgóðsku og kann hava ilt við at fáa børn seinni í lívinum.
Østrogenkend evni í umhvørvinum eru undir illgruna fyri ávirka evnini hjá fólkum at fáa børn, og kann partvíst forklára hví fólk í vesturheiminum hava verri og verri við at fáa børn natúrliga og mugu tískil heita á læknavísindini um at fáa hjálp.
Vit gjalda enn prísin
PCB verður brotið seint niður í náttúruni. Í 1970-árunum kom tað fram, hvussu skaðiligt evnið kundi vera, og framleiðslan varð tískil minkað niður í einki. Tá høvdu umleið 1,2 milliónir tons av PCB verið framleidd. Í dag eru einans 4% av tí niðurbrotið, og restin er annaðhvørt enn í brúki ella er farið út í náttúruna.
Tað at PCB verður seint niðurbrotið og goymist sera væl í feittvevnaði, merkir, at PCB hópast upp í føðiketum. Tí síggjast stórar nøgdir í teimum lívverum, sum eru ovarlaga í akvatiskum føðiketum.
Orsøkin til at meira verður upphópað í føðiketum í sjóanum enn á landi, er tí, at tær akvatisku føðiketurnar altíð eru longri enn føðiketur hjá landjórum. Sum oftast eru bara tríggir liðir á landi, t.d. gras – seyður – menniskja. Tess fleiri liðir eru í einari føðiketu, tess meira av PCB verður upphópað í tí ovasta liðinum.
PCB er ikki einsamalt
Tíbetur gjørdist tíðliga greitt, hvussu skaðiligt PCB er. Tað at framleiðslan fyri tað mesta varð steðgað fyri 30 árum síðan, ger tað, at fylgjurnar ikki eru eins álvarsamar, sum tær kundu verið. Men tað eru nógv onnur evni í umfari, sum kunnu vera eins skaðilig, men tíverri eru tey ikki kannað nóg væl. Bromeraðir logatálmar eru dømi um eitt evni, sum hevur líknandi virknað sum PCB, men sum enn verður nýtt til ymiska elektroniska útgerð.
Tað er tí týdningarmikið hjá fólki at leggja sær til merkis, hvørji evni tey koma samband við í gerandisdegnum. Ikki minst er tað sera týdningarmikið, at kvinnur í barnsburðaraldri hugsa um hetta, tí eitt fostur er jú nógv meir viðbrekið enn eitt fullment fólk.
Meiri kunning um t.d. hvat fyri onnur evni eru vandamikil fyri kvinnur og børn, er at finna á heimasíðuni www.babykemi.dk
Fakta:
PCB: Polychlorerede biphenyle. Hormonórógvandi evni, sum er sera fitiloysið, sum merkir at evnið bindur seg lætt til feittvevnað. PCB varð nýtt í t.d. máling og bjálving. Framleiðslan varð steðgað í 1970-árunum.
Hormon: Kemiski boðberi kropsins. Eitt protein, sum verður givið leyst í blóðinum. Tað ferðast so við blóðinum, til tað kemur til ta kyknuna, sum tað skal bera boð til. Tá ið hormonið er bundið til ta kyknuna, setur kyknan eina hóskandi andgerð (reaktión) í gongd.
Føðiketa: Ein keta, sum vísir ringrás í einari vistskipan. Grundarlagið er verur, sum fáa gjørt lívrunnin evni burtur úr sólini, t.e. plantur og algur. Av teimum liva so tær verur, ið eru plantuátnar ella sonevndir herbivorar. Av herbivorum liva so tær verur, ið eru kjøtátnar, t.e. carnivorar.