Ali G indahouse

Filmsummæli

Ali G:
Indahouse

Hann er nakað fyri seg hesin Ali G. Nógv kenna hann óivað frá hansara sjónvarpssendingum, har hann ikki er smæðin fyri at siga sítt við kend og ókend. Hann hevur eitt nú fingið sjálvan Mohammed Alfayed at rappa um sítt lív.
Nú er ein filmur eisini gjørdur um fyribrigdið Ali G, sum er sjónleikarnavnið hjá einum bretskum sjónleikara. Filmurin er mær vitandi ikki heilt nýggjur, men tað kann so gera tað sama í hesum førinum.

Filmurin mest av øllum um Ali G. Tað er ikki nógv handling, men nógv av Ali G. Hann er kendur fyri at ver a grovur í munninum, og hann livir upp til sítt umdømi í filminum. Hann heldur ikki aftur við at spilla ein og hvønn út.

Tey flestu vita væl, áðrenn tey síggja filmin og áðrenn hesar reglur verða lisnar, hvussu ein filmur við og um Ali G er.
Filmurin fylgir einum ráki innan ungdómsfilmar, sum eftir øllum at døma vinnur fram á báðum síðum av Atlantshavinum. Rákið innan ungdómsfilmar er tað, at alt støðugt gerst meira og meira grovt. Tað verður ikki hildið aftur við "toilet humorinum", og mestsum hvør einasti setningur snýr seg um sex, undirlív og annað gott. Hetta kann mann so dáma ella ei. Er stemningurin í salinum góður, kann filmurin vera stak skemtiligur í støðum, men intellektuelt avbjóðandi ella stimbrandi heilaføði er ikki nógv at koma eftir, tá Ali G er á skíggjanum.
Lívið hjá Ali G og harvið filmurin snúgva seg fyri tað nógva um sex og hvussu kynslimurin á besta hátt kann røkjast.

Søgan er tann, at bretski forsætisráðharrin er í trupulleikum. Hann er ógvuliga illa umtókur millum ungu veljararnar, og hann vil tí hava fatur á einum ungu valevni. Varaforsætisráðharrin ynskir sjálvur at røkka ovastu rók, og hann finnur so tann vánaligasta og tápiligasta mannin at stilla upp fyri flokkin í einum tryggum valdømi. Og hesin maðurin eitur sjálvandi Ali G.
Við einum ynski um at varðveita eina miðstøð fyri ung fer Ali G glaðbeintur inn í politikk. Tá tað so vísir seg, at argasti kappingarneytin hjá honum hevur nakað nær kynsliminum hjá einum hesti (jú, hetta er veruliga tað, filmurin snýr seg um, og tað sigur ikki so lítið), so slóðar hetta fyri, at Ali G verður valdur í bretska parlamenti.
Hansara "Keep it real" verumáti vekjur ans allastaðni, hann kemur, og við eitt er Ali G at finna í bretsku stjórnini.
Á henda hátt fáa bæði vøkur ung kvennmenni millum mongu innflytararnar uppihaldsloyvi.
Meira skal ikki sigast um søguna her.

Filmurin er rættiliga frískur og nýggjur í stílinum, hóast tónleikurin av einari ella aðrari orsøk er nøkur ára gamal.
Ali G ynskir sær meira enn nakað annað at eins skrappur og fólk í ghettoini í Los Angeles.
Hetta sama ynskir filmurin eftir øllum at døma eisini. Stílurin er ikki til at fáa fatur á, men tað er ger heldur ikki so nógv, tá prátið um kynslimir og "Doggy style" er endaleyst.
Við einum opnum sinni, kann filmurin vera ógvuliga skemtiligur í støðum. Hann roynir heldur ikki at spæla seriøsur, men tað er fult út satiru kendur allan vegin.
Áskoðararnir, tá Sosialurin vitjaði kykmyndahøli, vóru øll ung fólk, og filmurin er eisini burturav gjørdur til hetta ættarliðið.
Einki verður hildið heilagt. Um tað er kynshárini hjá drotningini ella gleðin av samkyndum kynsligum royndum er eitt feitt hjá Ali G.

Alt í alt fær filmurin við og um Ali G ikki nakað fløvandi skoðsmál herfrá. Tað er bara gott fyri filmin, at vit ikki hava ein stiðja at geva skoðsmál eftir.
Ali G er fúlur og frekur, og eisini oftani stuttligur. Men hvat er at fara ov langt, og hvat er ein minstamark, kann ein spyrja seg sjálvan.

leikarar: Ali G og onnur

longd: 110 min

stað: havnar bio, um tú ert 12 ár ella eldri