Silver League: Manslandsliðið vann á Íslandi

Føroyska manslandsliðið fekk eina góða byrjan upp á Silver League

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið spældi í kvøld fyrsta dystin í hesi útgávuni av Silver League.

 

Dysturin var móti Íslandi á Digranesi í Íslandi.

 

Tað eydnaðist føroyska manslandsliðnum at vinna dystin 3-2, og harvið tryggja sær fyrstu tvey stigini í kappingini. Føroyar vunnu tvey tey fyrstu settini. Ísland svaraði aftur við at vinna triðja og fjórða settið, men lukkutíð vunnu Føroyar javnbrótaran.

 

Føroyar-Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25 og 15-13)

 

Í morgin klokkan 16 spæla Føroyar dyst móti Svøríki á Digranesi. Sunnudagin klokkan 16 spæla Ísland og Svøríki á Digranesi. 

 

 

 

 

 

Mynd: FBF