Allar teoriir viðvíkjandi flogfarinum, sum datt niður hósdagin í Ahmedabad í vesturpartinum av India, verða kannaðar.
Soleiðis ljóða boðini frá loftferðslumálaráðharranum í landinum, Ram Mohan Naidu, á tíðindafundi í New Delhi leygardagin.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
- Vit hava givið boð um at kanna øll 787 flogførini. Tað eru 34 í indiska flotanum. Átta eru kannað og restin verða kannað skjótast gjørligt, sigur hann.
Samstundis kemur fram, at trygdarprotokollirnar verða betraðar og at arbeiðið við eftirmetingini av flogvanlukkuni væntandi verður liðugt um tríggjar mánaðir.
Útsøgnirnar koma í sambandi við flogvanlukkuna hósdagin í Ahmedabad, sum sambært tíðindastovuni AFP higartil hevur kostað fleiri enn 270 fólkum lívið.
Flogfarið var eitt Boeing 787-8 Dreamliner, sum var á veg til Gatwick í London, tá tað datt niður stutt eftir fráferð og rakti ein bygning.
Bert eitt av teimum 242 fólkunum umborð yvirlivdi vanlukkuna, og 38 lótu lív, tá flogfarið rendi á jørðina.
- Søgurnar um tey, sum hava mist síni kæru, eru hjartaskerandi. Vit fara at syrgja fyri at betra um trygdarmannagongdirnar, so tað ikki kann henda aftur, sigur Ram Mohan Naidu.
/Ritzau/
##med2##