Aling og umhvørvisárin

(Viðmerkingar til orðaskifti um aling og dálking)

 

Jan Sørensen,

leiðari Havlívfrøðiliga royndarstøðin (Biofar) Kaldbak 07.12.2000




Í sambandi við at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt fram frágreiðingina ?Opdræt og miljø på Færøyene? ( Akvaplan-niva) hava fjølmiðlar og onnur gjørt reiðiliga nógv burturúr, og fari eg tí at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum er komið fram í seinastuni.

Havlívfrøðiliga royndarstøðin (BIOFAR) hevur kannað øll alibrúk í Føroyum (31 íalt), og ein partur av hesum frágreiðingum er brúktur til at gera niðurstøður í ?Opdræt og miljø på Færøyene?. Royndarstøðin hevur tó ikki á nakran hátt tikið lut í at gera niðurstøðurnar í hesi frágreiðing, sum eigur at verða lisin við varsemi.

Einki man verða at ivast í, at vit øll ynskja okkum eitt reint og sunt umhvørvi, og at vit øll eiga at sýna fyrilit og ábyrgd, soleiðis at vit við góðari samvitsku kunnu lata landið í hendurnar á okkara eftirkomarum.

Tað skerst tó ikki burtur at alt virksemi dálkar, sumt meira og sumt minni. Soleiðis er eisini við aling, og spurningurin er tí ?Hvat er ov nógv?? Spurningurin eigur tó ikki at standa einsamallur men haldast upp í móti vinnuligu ágóðunum hetta virksemi gevur. Tó so, at varandi skaða á umhvørvið eiga vit treyðugt ella ongantíð at góðtaka.

Okkara niðurstøða eftir at hava kannað øll alibrúk í Føroyum er, at sjónliga dálkingin frá aling í flestu førum ikki sæst longur enn 10-20 m úr hvørjum aliringi. Tó kann reiðiliga nógv tilfar hava hópa seg upp undir ringunum, og tað eru eisini størri økir har ábendingar eru um at botnurin er strongdur (neyvari kanningar mugu tó gerast fyri at staðfesta hetta og orsøkina ).

Vit eiga at hava í huga, at dálking við avlopsfóðri og skarni ikki gevur varandi skaða á umhvørvið. Er talan um minni mongdir vil natúrliga samansetingina av botndýrum broytast fyri síðan heilt at hvørva, tá mongdirnar gerast størri. Gevast vit við dálkingini vendir gongdin, og botnurin gerst aftur sum hann var. Undir góðum umstøðum sýnist hetta at taka 1-2 mánaðir, meðan í ógvusliga dálkaðum støðum, har umstøðurnar ikki eru av teimum bestu, kann hetta taka upp í umleið 2 ár ella meira.

Trupulleikin við at tilfar legst á botn kemur av, at botnurin ikki klárar at umseta tilkomna tilfarið nóg skjótt. Umhvørvismyndugleikar uttanlanda halda vanliga, at tað er betur at dálka eitt størri øki eitt sindur, enn tað er at dálka nógv á smærri økjum, tí at tilkomna tilfarið skjótari verður umsett á størri økjum.

Her haldi eg, at tað er týdningarmikið at skilja ímillum umhvørvið sum heild, og uppvakstrarumhvørvið hjá alifiskinum. Umhvørvið sum heild er økið har alibrúkið liggur (eitt størri øki sum t.d. ein partur av einum fjørði, ella ein heilur fjørður), meðan uppvakstrarumhvørvið hjá alifiskinum er nærum-hvørvið inni við og undir ringunum. Øll alibrúk hava fingið tillutað eitt ella fleiri øki at ala á og hesi øki mugu metast sum framleiðsluøki og harvið útsetast fyri eini ávísari dálking. Onkursvegna eigur hetta at havast í huga tá metast skal um markvirði fyri hvussu nógva aling umhvørvi tolir.

Alarin hevur sjálvsagt áhuga í at kenna umstøðurnar kring brúkið fyri at hava eitt gott framleiðsluumhvørvi, meðan umhvørvismynduleikar hava áhuga í at kenna umhvørvið sum heild fyri at meta um árinini, sum standast av alingini. Skulu regulerandi tiltøk setast í verk, eigur at verða hugt eftir, hvussu vit fáa sum mest burturúr bæði umhvørvisliga og vinnuliga. Reguleringstiltøkini eiga at tryggja, at umhvørvið ikki verður strongt meira enn eitt vist og hinvegin ikki avmarka fullar framleiðslumøguleikar innan fyri teir karmar umhvørvið tolir uttan at fáa varandi skaða.

Støðan í dag er sera trupul, tí vit í Føroyum ikki hava viðgjørt hesi viðurskifti. Vit hava brúk fyri at stungið verður út í kortið, bæði hvussu aðallinjurnar eiga at vera og hvussu meira neyvt skal farast til verka. Her er sera týdningarmikið, at ein neyv viðgerð verður frammanundan, og at allir partar verða hoyrdir, soleiðis at vit fáa eina vælvirkandi skipan frameftir og at vit ala sum mest undir umhvørvisforsvarligum fyritreytum.