Í nátt sleyt aliringurin, sum er lagdur á Hvalbiarfjørð, og nú liggur hann í mølini í Nesi í Hvalba.
Oddvald Olsen, deildarleiðari hjá Bakkafrost sigur, at beint nú er vónleyst at gera nakað við aliringin, tí veðrið er ov ringt.
- Aliringurin verður tikin útaftur á fjørðin mánadagin, sigur Oddvald Olsen.
Les eisini: Aliringurin í Hvalba slitið
Víðari greiðir hann frá, at av tí, at aliringurin í Hvalba einans er ein tómur royndaraliringur, so eru fólk sjáldan úti á staðnum, og tí er skjótt, at okkurt rekur á ringin ella eitt hvørt er loysna í illveðrið, uttan at nakað arbeiðsfólk hevur varnast tað.
- Hetta er eitt hendiligt óhapp, sum neyvan hevði hent, sum aliringurin var í brúk. Tá høvdu jú fólk verið á aliringinum hvønn dag, sigur Oddvald Olsen.
Tað var fyri áleið hálvum øðrum ári síðani, at aliringur varð lagdur á Hvalbiarfjørð og hetta er fyri at vita, um til ber at ala í Hvalba.
- Vit eru ikki liðug at analysera tølini frá aliringinum, men ivaleyst taka vit støðu til, hvørt tað letur seg gera at hava aliring í Hvalba ella ikki, stutt eftir Ólavsøku, sigur Oddvald Olsen.