Aliringurin, sum er lagdur í Hvalbiarfjørð, hevur slitið í nátt, og er rikin á land har hann nú liggur í mølini í Nesi í Hvalba.
Tað hevur verið nakað av vindi og aldu eystaneftir, men tað hevur mangan verið verri enn í nátt. Sostatt er enn óvist, hví hann sleit, men seinast vit frættu vóru fólk av Faroe Farming í Vági á veg til Hvalbiar at kanna støðuna.
Talan er um ein ring, ið er tómur, tí hann varð lagdur í fjørðin fyri einum ári síðani sum ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur ber til at hava aling har á fjørðinum.
Tað er Faroe Farming, sum hevur lagt hendan royndarringin út. Og í nátt hevur hann slitið, og er rikin á land, har hann nú liggur í mølini í Nesi í Hvalba, men at síggja til er hann heilur.