Alivinnan er til reiðar at tackla ILA

Ræðumyndin frá fyrst í hesi øldini, tá ILA sjúkan mundi tikið lívið av føroysku alivinnuni, fer ikki at endurtaka seg. – Tilbúgvingin er í lagi, og alivinnan arbeiðir hvønn dag, sum um sjúka var í ringunum, sigur Regin Jacobsen

Fráboðanin um at ILA virus er staðfest í ringunum hjá Bakkafrost við Selatrað vekir døpur minni um eina tíð, tá alivinnan var í svárari kreppu av hesi sjúku. Árini eftir aldarskiftið mundi ILA-sjúkan snøgt sagt tikið lívið av føroysku alivinnuni. Men soleiðis verður ikki hesaferð.
- Nei, støðan kann ikki samanberast. Vit hava eina nýggja lóggávu, strangar mannagongdir og eina munandi betri tilbúgving. Tú kanst siga, at vit arbeiða hvønn dag, sum um sjúka er staðfest í ringunum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Í gjárkvøldi sendi alirisin út tíðindaskriv, har boðað var frá, at ILA-virus varð staðfest í ringunum við Selatrað.
Bakkafrost hevur 10 ringar í økinum, og har eru umleið 70.000 fiskar í hvørjum og viga teir fimm kilo hvør. Tað merkir, at umleið 3500 tons av laksi eru í økinum.
- Talan er um stóran laks, sum vit vóru í holt við at taka, tá virusið varð staðfest. Vit framskunda tøkuna, og tá vikan er av, eru allir ringarnir tómir, staðfestir Regin Jacobsen.
Sambært reglugerðini á økinum ber til at selja allan laksin, ið ikki er skaðiligur sum mannaføði.
- Vit seta nú í verk eina økta tilbúgving fyri alt Sundalagið. Tað merkir í stuttum, at fleiri kanningar verða gjørdar í teimum alibrúkum, sum liggja uppat ringunum við Selatrað. Um tað ringasta skuldi hent, at virus eisini er har, so verður tann laksurin eisini tikin, sigur Regin Jacobsen.
Stjórin í Bakkafrost vísir á, at felags fyri øll alibrúk í Sundalagnum er, at talan er um stóran laks.
- Tað er partur av reglugerðini fyri alivinnuna. Her er neyv stýring við, nær smolt verður sett út, og eisini eru greiðar ásetingar um, nær aliøki skulu liggja brakk. Ásetingarnar eru beinleiðis avleiðingar av tí, sum hendi tá alivinnan stutt eftir aldarskiftið varð hart rakt av ILA, greiðir Regin Jacobsen frá.
Vanliga skal eitt øki liggja stilt í tveir mánaðir, frá tí at laksurin verður tikin til nýtt smolt verður sett út. Men í serligum støðum, eitt nú tá virus er staðfest í einum aliringi, ber til at leingja tíðarskeiðið úr tveimum upp í seks mánaðir.

Tryggur
Regin Jacobsen hevur drúgvar royndir í alivinnuni, og hann kennir tí betri enn tey flestu, hvussu ILA-sjúkan fór við føroysku alivinnuni árini eftir aldarskiftið.
- Sjálvandi sita tey minnini eftir í kroppinum. Men eg haldi, at alivinnan í dag er somikið væl skipað, at vit í dag hava eina somikið væl skipaða alivinnu, at slíkt hendir ikki aftur.
Regin Jacobsen vísir á skipanina at leggja aliøki brakk í eitt tíðarskeið, frá stóri laksurin verður tikin til nýtt smolt verður sett út. Eisini er at kalla allur laksur koppsettur móti ILA og er tí vardur móti sjúkuni. Laksur verður tikin og fluttur til kryvjingar í afturlatnum brunnbátum, soleiðis at smittan ikki breiðir seg til onnur aliøki. Kryvjivirk reinsa spillvatnið, soleiðis at møgulig smitta ikki fer á sjógv tann vegin.
- So skipanin er gearað til slíkar støður. Tu kanst siga, at vit arbeiða hvønn dag, sum um fiskurin var sjúkur, sigur Regin Jacobsen og leggur afturat:
- Virus og bakteriur eru í náttúruni. So tí er bláoygt at halda, at vit sleppa heilt undan nøkrum sum helst. Munurin í dag, sammett við fyri 10 árum síðani, er at vinnan í dag er til reiðar at lofta slíkum støðum.


..

ILA-tilbúgving sett í verk

Landsdjóralæknin tekur støðuna í størsta álvara, nú sjúkuelvandi ILA-virus er staðfest í Føroyum, fyri fyrstu ferð síðani 2005. Í nátt sendi Birna Mørkøre út hesa fráboðan:

Sjúkuelvandi ILA er staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum síðani 2005. Tiltøk verða sett í verk beinanvegin til tess at avmarka og basa hesi virus.
Í yvirvøkusýnum undir vanliga eftirlitinum hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni er staðfest, at ILA virus av tí sjúkuelvandi slagnum HPR-del eru ávístar í aliøkinum A-80, sum er við Selatrað og sum Bakkafrost eigur. Tó eru eingi tekin um at sjúkan er brotin út, talan er tí um eina subkliniska infektión.
Fiskurin sum er í A-80 við Selatrað verður nú slaktaður skjótast til ber. Eisini grannaøkini, A-81 (Kolbeinagjógv) og A-31 (Veðranes) slakta skjótast til ber. Leggjast kann afturat, at Bakkafrost valdi at skunda undir slaktingina A-80 beinanvegin illgruni var um hesa virus fyri einari góðari viku síðani.
Mint verður á, at tað til einhvørja tíð er bannað at fiska inni á aliøkjum. Avmerkingar av aliøkjum eru at finna á www.kortal.fo , aliøki. Í niðurberjingarøkjunum A-80, A-31 og A-81 er bannað at fiska í einari fjarstøðu upp á 1000 metrar at rokna frá flótandi alienleggunum.
Eftirlitssona er ásett at fevna um øliøkini frá A-87 (Haldórsvík) og suður til A-06 (Gulin), soleiðis at hesi verða undir herdum eftirliti komandi vikurnar.
Ávísing av ILA virus eigur at verða tikin í størsta álvara. Sannlíkt er tó, at henda ILA virus er funnin rættiliga tíðliga í tilgongdini. Hetta tí at eingi sjúkueyðkenni eru at síggja á fiskinum. Harafturat hava aliøkini rundanum Selatrað nýliga verið kannað uttan at hava ávíst hesa virus.
Hetta, saman við góðum mannagongdum rundanum sjúkufyribyrgjandi rakstur, gevur góðar vónir um at henda virus kann niðurberjast áðrenn hon breiðir seg víðari.
Útflutningur av laksi verður ikki tarnaður av hesi ávísing. Altjóða reglur áseta, at fiskur sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá alibrúki har ILA er ávíst.
ILA virus smittar bert laks og ávís onnur fiskasløg, hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna.