Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og Terje B. Vestergaard

Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið" Har eingin eina er" sum duet.

 

Hetta er 6. stakútgávan hjá Terja. 

 

Hinar útgávurnar eru, “Jól eru kærleiki og vón” 2016, “Tíðin fer” 2017, “Lívsins Rósa” 2021, “Longsul” 2021 og "Mítt fosturland" 2023

 

Hesi løg kunnu eisini stroymast á áðurnevndu stroymingartænastum. 

 

Sangurin var upprunaliga skrivaður av Mosie Lister, einum vælkendum amerikonskum gospelsangskrivara, og bleiv fyrstu ferð útgivin og gjørdur kendur, tá Elvis Presley útgav hann í 1967.

 

Edmund Williamson hevur umsett sangin til føroyskt.   

 

##med2##

 

Terje sigur, at tankin um at útgeva sangin á føroyskum, og at fáa Kristinu at syngja duet, kom eftir at Terje hoyrdi endurútgávuna, har dóttir Elvis, Lisa syngur saman við pápanum, 

 

á einari nýggjari remix útgávu. 

 

Við hesari nýggju føroysku útgávuni  vóni eg, at hesin sera vakri gospel sangurin, kann gerðast til gleði og gagns milllum føroyingar.   

 

Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av okkara bestu føroysku tónleikarum. 

 

Óli Poulsen hevur ljóðblandað. 

 

Lagið er nú er tøkt á stroymingartænastum so sum  “Youtube”  "Spotify" 

 

https://youtu.be/0EUD_zYvCTU?si=Ew7DSaLrHylEoI_a

 

https://open.spotify.com/track/4Q1PfzVNx0sOhu39cO3fWN?si=Df-uPZiPQ02N77Ydmv9c8A

 

Kreditlisti:

 

—————— 

 

Har eingin eina er

 

Orð og Lag: Mosie Lister

 

Týtt til føroyskt: Edmund Williamson

 

Duet; Terje Vestergaard & Kristina Bærendsen

 

Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen

 

Trummur: Josva Debes

 

Bass: Eyðun Johannesen

 

Piano & Orgul: Ola Hedén

 

El Guitar, Akk Guitar & Ljómborð: Jákup Zachariassen

 

Upptikið: JakZac-Studio

 

Mix & Mastering: Óli Poulsen