Alivinnan komin fyri at vera

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava lagari skattaviðurskifti til alivinnuna. Ein afturbering av skatti kundi havt við sær, at fleiri virkir høvdu havt betri møguleikar at hóra undan.

Seinasta fríggjadag hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag(FAG) sín árliga aðalfund. Eini 30 fólk høvdu leitað á fund á Hotel Hafnia. FAG varð stovnað í 1943, so aðalfundurin í ár var nummur 60 í røðini.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri afturvali friggjadagin, og báðir vórðu afturvaldir. Nevndin er sostatt óbroytt. Í nevndini hjá FAG sita Vilhelm M.Johannesen formaður, Kristoffur Laksá næstformaður, Leivur Michelsen, Bergur Poulsen, Jóhan Páll Joensen, Magni Arge og Gudmund Mortensen
Sum vanligt er, so legði nevndin ársfrágreiðingina fyri limirnar. Vit hava valt at endurgeva nøkur av høvuðspunktunum í ársfrágreiðingini hjá FAG

Alivinna komin fyri at verða
Stórur partur av ársfrágreiðingini var um ringu støðuna í alivinnuni. FAG metir, at hóast niðurgongd er í alivinnuni, sum felagið væntar verður í nøkur ár framyvir, so er vinnan komin fyri at vera. FAG væntar, at alivinnan fer at reisa seg aftur. Við kreppuni í alivinnuni í fyrru helvt av 90 árunum í huga, so átti avgjørt møguleiki verið fyri, at vinnan fóta sær aftur.
FAG metir eisini, at neyðugt er við lagaligari skattaviðurskiftum í alivinnuni. Víst verður á, at okkara grannalond hava væl lagaligari skattaviðurskifti, og vit áttu at fylgt sama hugburði.
FAG nevnir sokallaðu "carry back" skipanina, sum tryggjar alifeløgunum afturgoldnan skat, um roknskapirnir vísa stórt hall. Í 2000 hevði alivinnan stórt yvirskot, og mátti tí gjalda nógvan skatt. Í 2002 vístu roknskapirnir harafturímóti stórt hall, og tá átti møguleiki at verið fyri, at alifeløgini fingu pening aftur, sum tey máttu av við í skatti í 2000.
Í ársfrágreiðingini nemir FAG eisini við støðuna viðvíkjandi møguligari veðseting í aliloyvunum. Í løtuni hava peningastovnarnir ikki loyvi til at fáa veð í aliloyvinum, men stendur tað upp til peningastovnarnar sjálvar og Havbúnarfelagið, so verða hesi viðurskifti broytt.
Verður veðseting loyvd, metir FAG, at hóttafalli, ið rakar alivinnuna í løtuni, hevði verið væl minni. Felagið ásannar, at politiski myndugleikin ikki ynskir eina slíka skipan, og tað metir FAG verða óheppið, tí ein veðseting vildi hjálpt at fáa atgongd til betri og størri fígging, og harvið tryggja, at framleiðslan av alifiski heldur fram í Føroyum.

Arbeiðsmarknaðurin tillagast
Ikki heilt óvæntað, so varð arbeiðsmarknaðurin eisini viðgjørdur á aðalfundinum. Felagið sigur, at verkfallið í vár var eitt av teimum drúgvastu í søguni hjá FAG, og at tað rakti bæði virkir og almenningin meint. Felagið setur tí fram spurningin um tíðin ikki er farin frá slíkari eirindaleysari framferð?
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, arbeiðir í løtuni við einum uppskoti, sum fevnir um ein fastan gerðarrætt og dagføring av semingsmannareglunum.
FAG hevur eftirlýst tryggar og rættsligar karmar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tískil tekur felagið fult undir við lógaruppskotinum, og mælir landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja uppskotið fyri løgtingið.

Støðug vinnupolitisk kós
FAG ásannar, at búskaparliga útlitini eru ikki tey somu, sum tey hava verið. Tað hómast nú ein støðugur støðgur í vøkstrinum, og innan ávísar vinnugreinar er støðan ring. Bæði alivinnan og rækjuvinnan eru hart trýst, men felagið vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at politikkararnir megna at halda fast við ein støðuga vinnupolitiska kós.
FAG vil ikki hoyra um, at tað almenna skal taka um endan, tí støðuga vinnupolitiska kósin má standa sína roynd bæði í upp- og niðurgongdstíðum.
Víst verður á, at skulu virkisleiðarar kunnu hugsa langsiktað, so er neyðugt at politikkararnir halda fast um ein ávísa vinnupolitiska leið. Verður tikið endan hvørja ferð brotasjógvar eru, so fara virkisleiðarar at kenna á sær, at tað er ikki neyðugt at hugsa langsiktað, um verkætlanirnar ikki eydnast, tí tað almenna tekur jú um endan, og í tí støðuni mugu vit fyri alt í verðini ikki enda í, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.