Skeiðvirksemi
Alivinnan hevur fingið innbjóðing frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum um at luttaka í skeiði um aling, sum verður á Náttúruvísindadeildini í vár.
- Skeiðið, sum er partur av lívfrøðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, gevur eina grundleggjandi vitan um aling og tær fyritreytir, ið skulu vera til staðar fyri at fáa sum mest burtur úr hesi vinnu, sigur Eyðfinn Magnussen.
Á skeiðnum verður greitt frá grundleggjandi viðurskiftum um alifisk og umhvørvi, smoltframleiðslu og framleiðslu av vaksnum fiski, kynbótararbeiði og sjúku. At enda verður greitt frá, hvørja ávirkan streymviðurskifti hava á alingina.
Tað verða Hørður Wardum og Roar Olsen frá P/F Fiskaaling sum fara at taka sær av mesta partinum av undirvísingini, og Knud Simonsen frá Náttúruvísindadeildini fer at taka sær av tí partinum, sum hevur við streymviðurskifti at gera.
Knud arbeiðir m.a við at finna fram til nýggj aliøki í Føroyum.
- Útgangsstøðið hjá honum er eitt streymmodell, sum hann hevur gjørt fyri Føroyar, upplýsir Eyðfinn Magnussen á Náttúruvísindadeildini.
Tey, sum vilja vita meira um skeiðið um aling, kunnu venda sær til Eyðfinn Magnussen á tlf. 352559, tlf. 352550 ella um e-post