Í fjør var føroyska bruttotjóðarúrtøkan 14.344 milliónir krónur, og tað eru 686 milliónir meiri enn í 2012. Hetta vísir ein fyribils uppgerð hjá Hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at meiri enn helmingurin av vøkstrinum stavar frá alivinnuni - Virðisøkingin í fiskaaling meira enn tvífaldaðist í fjør, sigur Hagstovan. Men tað er eisini vøkstur í flestu øðrum vinnugreinum, uttan í fiskiskapi. - Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin seinastu fýra árini. - Vøksturin var sjey prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011, trý prosent í 2012 og fimm prosent í 2013. Hagstovan sigur, at virðisøkingin í fiskaaling, vaks úr 369 milliónum í 2012, upp í 770 millónir í 2013. - Virðið í fiskaaling minkaði bæði í 2011 og 2012, men í fjør vaks tað aftur upp um støðið í 2010. Men vøksturin er kortini ikki veruligur, tí hann stavar so at siga allur frá hægri laksaprísum. Annars minkaði virkið í fiskiskapi 12,1 prosent í 2013, úr 1.366 milliónum niður í 1.200 miljónir. Afturgongdin var størst í uppisjóvarveiðuni, sløk 15 prosent. Í feskfiskaveiðuni minkaði virðið sløk 13 prosent, úr 340 miljónum niður í slakar 300 milliónir. Parturin hjá feskfiskaveiðuni av virðisøkingini í allari fiskiveiðuni, er minkað úr umleið 55 prosentum niður á 25 prosent seinastu 10 árini. Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 6,8 prosent, áleið sami vøkstur sum í 2012. Tað var virkingin av uppisjóvarfiski, sum gjørdi allarmesta munin í fjør. Eisini annar ídnaður hevði framgongd í fjør. Og virðisøkingin í byggivinnuni vaks nakað aftur í 2013 eftir eina minking í 2012. Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var góðar 100 miljónir, 3,9 prosent. Hetta er nakað meir enn árini 2009-2012, men væl minni enn vøksturin mongu árini frammanundan. Miðalvøksturin í almennari fyrisiting og tænastu árini 1999-2009 var góð 7 prosent um árið. Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 4,8 prosent í 2013, væl minni enn árið fyri. Her stavar vøksturin serliga frá sjóflutningi seinastu bæði árini, sigur Hagstovan. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur. |