Pílarnir hava seinastu vikurnar peikað skeiva vegin hjá NSÍ, meðan tað hevur gingið væl hjá EB/Streymi.
Í kvøld hevði NSÍ vitjan av EB(Streymi, tá ið punktum varð sett fyri 15. umfar í bestu fótbóltsdeildini, og nú eydnaðist tað NSÍ at vinna fulla úrtøku. Hetta var fyrsti NSÍ sigurin síðani 17. mai, tá ið NSÍ á Vágseiði vann 7-1.
Úrslitið í kvøld var 4-0 heimasigur til NSÍ. Stóri maðurin á heimaliðnum var Klæmint A. Olsen. Liðformaðurin og toppskjúttin skoraði trý mál ella hattrikk. Hann er toppskjútti við 17 málum, og nú hevur metmaðurin í 414 dystum skorað 256 mál, veit FaroeSoccer at siga.
Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið skoraði Jasper Van Der Heyden við skoti úr høgru og umvegis handaru stólparót. Uppleggið átti Brandur Hendriksson Olsen, sum aftur í dag var eyðsýndur á miðvøllinum.
Eftir steðgin skoraði Klæmint A. Olsen trý mál og harvið reint hattrikk. Hann økti um munin til 2-0 seks minuttir eftir steðgin, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið. Uppleggið var horna úr høgru, sum Jann J. Benjaminsen tók sær av. Hann plagar at vera vongverji í høgru, men í dag var hann framrættaður í vinstru.
Eitt korter seinni økti Klæmint A. Olsen um munin til 3-0 eftir gávu frá EB/Streyma málverjanum, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti hann sigurin eftir upplegg frá Brandi H. Olsen.
EB/Streymur var ikki niðurspælt, men kortini kundi heimaliðið havt vunnið uppaftur størri sigur, tí Klæmint A. Olsen sendi við stútari bóltin í stólpan, og Barndur H. Olsen sendi við frísparki úr 39 metrum bóltin í samankomingina.
NSÍ hevur 32 stig og staðfesti við sigrinum triðja plássið. EB/Streymur hevur 21 stig og er á sætta plássi.
Leygardagin fer NSÍ í síðsta umfari undan Europa luttøkuni at spæla á Tvøroyri, og EB/Streymur fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti B68.
NSÍ – EB/Streymur 4-0 (1-0)
1-0: Jasper Van Der Heyden
2-0: Klæmint A. Olsen
3-0: Klæmint A. Olsen
4-0: Klæmint A. Olsen
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Hassou Diaby Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Michal Przybylski, Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Jann J. Benjaminsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Símun Kalsø, Mikkjal Hellisá, Tóki H. Johannesen – Mórits Heini Mortensen, Virgar Jónsson – Gutti Dahl Olsen, Kristian Svabo Eliasen, Boubacar Dabo – Búi Egilsson