Fór av landinum eftir grovan harðskap í Havn

- Tað var ein føroyingur, sum var fyri grovum harðskapi av útlendingi, og talan hevur møguliga eisini verið um frælsistøku, sum vit rópa tað, sigur løgreglan

Í morgun visti vaktleiðarin eina søgu at siga um ein útlending, sum hevur framt grovan harðskap í einum húsum í Havn - og síðan er farin av landinum.

 

- Men, um maðurin tilvitað er farin av landinum undan møguligari revsing, veit løgreglan ikki at siga.

 

Løgreglan veit, hvør maðurin er. Hann er ikki dani, men úr øðrum landi longur burturi, og tí er trupult at siga í løtuni, hvussu lætt tað verður at fáa fatur í honum aftur. 

 

- Tað var í gjár, at vit fingu fráboðanina um harðskapsmálið, sum fór fram fyri nøkrum døgum síðan. 

 

Hví løgreglan ikki fekk fráboðanina beinanvegin, er í løtuni ógreitt.

 

- Málið snýr seg um grovan harðskap, og møguliga er talan eisini um frælsistøku, sum vit rópa tað. 

 

Vaktleiðarin sigur, at frælsistøka er, tá tann, sum er fyri harðskapi, ikki sleppur - ella ikki torur - avstað, har viðkomandi er staddur.

 

- Vit royna nú at finna út av, hvussu vit kunnu fáa fatur í manninum, sum framdi harðskap móti øðrum manni, áðrenn hann fór av landinum.

 

Løgreglan sigur so mikið, at tað var ein føroyingur, sum leið undir harðskapinum hjá útlendinginum, sum nú ikki er í Føroyum meira.