Ukraina og Russland hava gjørt eitt nýtt fangaskifti. Reuters veit at siga, at londini hava leyslatið 84 fangar hjá hvørjum øðrum.
Upplýsingarnir um fangaskifti eru váttaðir av bæði russiska verjumálaráðnum og ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Ukrainski forsetin sigur, at millum tey sivilu, sum í dag eru leyslatin, eru fólk, sum hava verið í fangilsi hjá russum í upp til fleiri ár.
- Her eru sivilfólk, sum hava sitið fangar síðan ávikavist 2014, 2016 og 2017, sigur Volodymyr Zelenskyj.