Eftir átta mánaðir sum miðlaleiðari hjá Kringvarpi Føroya, hevur Allan Dalsgarð nú sagt seg úr starvi. Allan Dalsgarð váttar fyri Portalinum, at hann hevur sagt seg út starvi í Kringvarpinum.
Um orsøkina sigur hann seg hava fingið annað, og fyri seg, meira áhugavert starv.
Tó vil hann ikki siga, hvat starv talan er um.
Síðan bygnaðarbroytingarnar í Kringvarpinum hevur almikið rumbul verið um stovnin. Ikki minst um fíggjarliga grundarlagið undir stovninum, har Kringvarpið hevur otað seg alt nærri lýsingarmarkaðinum og avmarkaða lýsingartilfeinginum, sum privatu miðlarnir vanliga stíðast um sínamillum.
Í vikunu visti Dimmalætting at siga, at miðlaleiðarin í Kringvarpinum, Allan Dalsgarð, hevði fingið sess í nevndini hjá privatu lýsingarfyritøkuni Sendistovuni. Og so seint sum í gjár kravdu tíðindafólkini á tíðindadeildini hjá Kringvarpinum Allan Dalsgarð úr nevndini aftur, fyri á tann hátt at endurreisa mista trúviðrið á stovninum.
Eitt annað mál, sum ivaleyst ikki hevur gjørt tað so hugaligt at virka sum miðlaleiðari í Kringvarpinum, hevur verið leikluturin sum skráleggjari. Millum annað skapti avtøkan av morgunlestrinum fyrrapart stóra ónøgd millum fólk.