Allan framvegis áleypari

B36 ætlar sær eftir øllum stigunum, tá TB kemur á vitjan í Gundadali.
Undan dystinum, sum skuldi vera í Vági seinasta vikuskifti, var greitt, at árstalsfelagið nú hevði øll pappírsviðurskifti hjá brasilianska Wellington í rættlag. Tað merkir, at felagið nú er styrkt á álopsfrontinum, har Allan Mørkøre hevur verið góður vikarur. Somikið góður, at venjarin hjá liðnum ongar ætlanir hevur um at flyta hann.
- Allan hevur gjørt tað gott í álopinum, og at Wellington nú er tøkur, merkir bara, at vit hava tríggjar góðar áleyparar. Og eg havi so ongar ætlanir um at flyta toppskjúttan aftur á vøllin, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann sigur annars, at tey í B36 hava allar mans tøkar til uppgávuna sunnudagin.
Og tað siga tvøramenn seg eisini hava. Einasta undantakið er Daniel Nyarko, sum hevur verið skaddur í eina tíð, men á aðrar mátar tykjast hvørki leikbann ella skaðar at hótta hópin.