Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava beina kós móti finaluni í European Cup.
Í kvøld leikti Valur fyrru hálvfinaluni í European Cup í høllini á Hliðarenda í Reykjavík.
Valur vann greiðan sigur 36-28. Í steðginum var Valur á odda 18-14.
Allan skoraði trý mál í dystinum.
Returdysturin verður leiktur í Rumenia komandi sunnudag klokkan 16. Um Valur tapir við sjey málum ella við færri málum hava teir vunnið seg í finaluna í European Cup.
Tað er nógv meira opið í hinari European Cup hálvfinaluni. Fyrra hálvfinalan í Ungarn millum Ferancvaros og grikska liðið, Olympiakos endaði við javnleiki 28-28. Returdysturin verður leiktur í Grikkalandi komandi leygardag.