Føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen hevði ikki nógv at brosa um á tíðindafundinum eftir ósigurin móti Estlandi hóskvøldið.
Tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at starvið hjá honum er í vanda, men Allan Simonsen hevur uttan iva fingið okkurt at hugsa um eftir avrikið í Tallinn.
Landsliðsvenjarin byrjaði við at ynskja estlendska venjaranum Teituri Thordarssyni tillukku við sigrinum, men hevði annars ikki hug til at siga tað stóra.
? Eg má bert ásanna, at spælararnir hjá mær ikki vóru til reiðar mentalt til dystin í dag, segði Allan Simonsen og helt fram, at hann ikki helt munin í spælinum vera so stóran, og hann dugdi ikki at ímynda sær, at føroyska liðið kann spæla ein sovorðnan dyst, sum teir spældu hóskvøldið, aftur.
? Tað er kortini heilt greitt, at vit mugu vera betur fyrireikaðir sálarliga, tá vit fara til Bosnia í august mánaði, segði Allan Simonsen og vísti á, at fýra av málunum hjá estlendingum komu av deyðbóltsstøðum.
Spurdur, hvat hann helt um reyða kortið hjá Jens Martini, svaraði hann:
? Eg visti beinanvegin, tá okkara málmaður varð sendur av vøllinum, at tað fór at verða torført hjá okkum. Reyða kortið var í lagi, og Jens Martin segði eisini fyri mær aftaná, at hann átti at verða rikin av vøllinum.
Allan Simonsen kundi bert staðfesta, at soleiðis eru fótbóltsreglurnar, og at tað ikki er so nógv at gera við tað.
Estlendski venjarin ? íslendingurin Teitur Thordarsson ? var sum vera man sera fegin um úrslitið, sum hann eisini vónar kann gagna estlendskum fótbólti í framtíðini í einum landi, har kurvabóltur og formel 1-kappkoyring hava stóran áhuga.
? Eg haldi, at vit spældu væl, serliga í fyrra hálvleiki. Teir mistu sjálvandi ein mann, men vit høvdu initiativið so at siga frá byrjan til enda, segði Teitur Thordarsson.
? Í byrjanini av seinna hálvleiki fingu vit ikki spælið at koyra, soleiðis sum vit vildu, men sigurin var uppiborin, og arbeiðið vit hava gjørt, hevur nú borið frukt, segði hann.