Tað sigur Økonomiforvaltningen hjá Keypmannahavnar kommunu í tíðindaskrivi.
Yvirborgarstjórin Sisse Marie Welling (SF) sigur tað verða ein varða á vegnum og fegnast um, at kommunan nú hevur nátt sínum máli.
– Tað er ein risastórt mál, at Keypmannahavn nú er ein býur, har almennu samferðslurnar eru grønar og hvørki dálka ella útláta CO2, sigur hon í fráboðanini.
Tað varð avgjørt í býráðnum í Keypmannahavn í 2016, at allar tær 42 busslinjurnar, sum kommunan fíggjar, skuldu umbyggjast til bussar, sum ikki útláta CO2 úr motorinum.
/Ritzau/











