Sjómansprestur: - Hetta er ógvuliga tungt og brutalt

- Fleiri starvsfólk hjá Sjómanskirkjuni hava verið saman við teimum avvarðandi og hava hjálpt teimum, sigur sjómanspresturin á Gran Kanaria

Spanska løgreglan á Gran Kanaria, Guardia Civil, váttar yvirfyri Verdens Gang, at norska tannáringagentan varð funnin deyð á sjónum í morgun.

 

- Hetta er ógvuliga tungt og brutalt fyri familjuna, sigur sjómanspresturin og dagligi leiðarin í norsku Sjómanskirkjuni á Gran Kanaria, Einar Andreas Weider.

 

Presturin váttar yvirfyri Verdens Gang, at familjan hjá ungu gentuni er og ferðast á Gran Kanaria. 

- Fleiri starvsfólk hjá Sjómanskirkjuni hava verið saman við teimum avvarðandi og hava hjálpt teimum, bæði við praktiskum og í arbeiðnum við sorgini.

 

Hann sigur, at tey framhaldandi fara at hjálpa familjuni við øllum tí, sum teimum tørvar.

 

Sjómanspresturin sigur seg ikki vita, hvat er hent, og hví gentan er deyð.

 

##med2##

 

Eitt talsfólk hjá løgregluni á Gran Kanaria sigur við Verdens Gang, at tey fingu eini boð frá einum í familjuni hjá gentuni um, at gentan var saknað. 

 

Gentan er eyðmerkt av familjuni, sum váttar, at tað er hon, sum er deyð, upplýsir talsfólkið hjá Guardia Civil yvirfyri Verdens Gang.

 

Sambært sponskum miðlum varð norska gentan funnin við havnina í Mogán, sum er ein eftirspurdur frítíðarstaður á Gran Kanaria.

 

- Vit kanna, hvat er hent, og líkið er sent til kanningar, sigur talsfólkið hjá løgregluni við Verdens Gang.

 

Lesið eisini - Ung norsk genta funnin deyð á Gran Kanaria

 

https://www.in.fo/news-detail/ung-norsk-genta-funnin-deyd-a-gran-kanaria

 

 

 

Sjómanspresturin, Einar Andreas Weider