Í kvøld tapti liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf sætta dystin á rað í bundesliguni.
Hesaferð gjørdist talan um 27-33 tap á útivølli fyri Gummersbach, ið eisini var á odda við seks málum í steðginum, 17-11.
Hannover-Burgdorf liggur í ongamannalandi. Teir hava 22 stig á tíggjunda plássinum. Teir hava 12 stig niður til niðurflytingarstrikuna nú átta dystir eru eftir at leika, og teir hava 14 stig upp til fimta plássið, ið gevur atgongd til EHF European League komandi kappingarár.
Komandi leygarkvøld klokkan 19 vitjar Flensburg-Handewitt heimavøllin hjá Hannover-Burgdorf, ZAG Arena.











