Føroysku U17 og U19-landsliðini hjá monnum hava aftur spælt EM-undankappingardystir í dag.
Í Burton-upon-Trent í Onglandi eydnaðist tað føroyska U17-landsliðnum í undanbólki 1 í deild B at vinna 2-1 á Estlandi.
Markus K. Danielsen skoraði bæði málini hjá Føroyum. Tað fyrra í yvirtíðini av fyrra hálvleiki, og tað seinna í 56. minutti.
##med2##
Í sama bólki vann Ísrael 3-1 (1-0) á vertstjóðini Onglandi.
Ísrael hevur seks stig, meðan Ongland og Føroyar hava trý stig hvør. Estland er aftast við ongum stigi.
Týsdagin klokkan 13 spæla Føroyar triðja og seinasta dystin, ið verður móti oddaliðnum, Ísrael.
Føroyska U19-landsliðið tapti fyrr í dag í niðurlendska býnum, Groesbeek 0-2 (0-1) fyri Moldova í undanbólki 5 í deild B. Í sama bólki vunnu Niðurlond 4-0 (2-0) á Norðurmakedonia.
Niðurlond hava seks stig, Moldova hevur trý stig, meðan Føroyar og Norðurmakedonia hava eitt stig hvør.
##med3##













