HF Karlskrona tapti hálvfinaluna í steypakappingini

FINAL FOUR verður leikt í Halmstad

Hetta vikuskiftið verður FINAL FOUR í svensku steypakappingini í hondbólti hjá monnum leikt í Halmstad Arena.

 

Fyrr í dag taptu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona 35-37 fyri Kristianstad.

 

Tróndur og liðfelagarnir vóru á odda 23-18 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni. Kristianstad vann seinna hálvleik 19-12, og harvið dystin 37-35.

 

Í morgin klokkan 12 skal Karlskrona í somu høll spæla dyst um triðja plássið móti AMO, ið tapti 30-34 (17-16) fyri Ystad í hinari hálvfinaluni.

 

Klokkan 14.45 spæla Kristianstad og Ystad spæla finalu í Halmstad Arena.