Allar inntøkurnar fara í sama havnakassa

Fyrr vóru fleiri havnir brúktar sum upp- og avskipingarhavnir, men nú fer alt umvegis Tórshavnar havn, sum tí eisini fær inntøkuna. Tað heldur Kári P. Højgaard vera órímiligt Í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, vísir Kári P. Højgaard á, at tey trý skipafeløgini, sum flyta farm til og úr Føroyum, flyta alt umvegis havnalagið hjá høvuðstaðarkommununi. Av hesi orsøk enda allar inntøkur av havna, brúgva- og vørugjaldi í tí eina havnakassanum, skrivar hann.

Tingmaðurin vísir á, at tá Skipafelagið Føroyar hevði farmaflutning, høvdu teir avgreiðslur í teimum størru plássunum. Tórshavn, Saltangará, Klaksvík, Tvøroyri og Fuglafjørður vóru upp- og avskipingarhavnir og fingu tær havna, brúgva- og vørugjøld. Hesar kommunur hava gjørt rættuliga stórar íløgur í havnaløg, og pakkhús eru bygd á havnaløgunum til sama endamál.

Í Suðuroynni er sama skilið, tí har skal allur farmur, í og úr oynni, fraktast við Smyrli. Kommunurnar í oynni fáa tískil heldur onga krónu í vørugjaldi, tí vøran kemur og fer við Smyrli og ikki beinleiðis við farmaskipinum.

Nú vil Kári P. Højgaard hava at vita, um landstýriskvinnan heldur tað vera rímiligt, at øll inntøka av farmaflutningi kemur einari kommunu til góðar.