Allar markingar við koronu verða burtur 1. mars

Landsstýrið er nú farið undir at enda allar avmarkingar í sambandi við koronu. Á tíðindafundinum nú klokkan 10 fer løgmaður at boða frá munandi broytingum, sum allar ganga út upp á at slaka í avmarkingunum.

 

Tann fyrsta broytingin er tilmælið um tá fólk savnast, har verður slakað, so fleiri enn 100 fólk kunnu savnast, tá ávísar umstøður loyva tí.

Frá 1. februar verða pcr-kanningarnar munandi broyttar, tá skulu fólk í fyrsta umfari kannast við skundkanningum, og bara tey, sum hava sjúkueyðkenni ella sum hava positiva snarkanning kunnu kannast við pcr-kanning.

Hálvan februar verða tilmælini broytt soleiðis, at bara fólk, sum eru smittað við koronu, skulu í sóttarhald, og frá 1. mars verða allar avmarkingar avtiknar.

Sum in.fo skilir, so er hetta millum tað, sum løgmaður fer at boða frá á tíðindafundinum klokkan 10, og alt er sjálvandi treytað av, at einki nýtt brigdi við koronu kemur, sum aftur órógvar alt.

Við smittuferðini, sum nú er, kann roknast við, at út við 20.000 føroyingar hava verið smittaðir, tá vit koma til 1. mars.