Menningarætlan
? Eg haldi tað er rætt at byggja ein skúladepil í Hovi
Tað heldur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba.
Hann leggur dent á, at hann tosar bara fyri seg sjálvan, tí málið er als ikki viðgjørt í bygdaráðnum í Hvalba.
Men sjálvur heldur borgarstjórin at tað er eitt gott hugskot at byggja ein skúladepil í Hovi, tí tað liggur mitt í oynni og tað hevur eisini fíggjarligar fyrimunir at byggja fleiri skúlar saman.
Kortini heldur hann, at tað er skeivt at tengja spurningin um røktarheim saman við einum miðnámsskúla.
? Tey bæði málini eiga ikki at verða tengd saman, tí sama um røktarheim kemur ella ikki, hevði tað verið skilagott at lagt ein skúladepil í Hovi.
Hinvegin heldur hann eisini, at tørvur er á einum røktarheimi.
? So høvdu sambýlini í oynni eisini komið til sín rætt. Tað gera tey ikki í dag, tí sum er, eru tað fyri ein stóran part røktarsjúklingar, sum búgva í sambýlunum og tað var ikki ætlanin.
Eisini borgarstjórin í Hvalba fýlist á, at landstýrið bara hevur tosað við Vágs Býráð um málið, tí Suðuroyggin ikki bara vágur.
? Eftirsum landsstýrið kom til Suðuroyar, átti tað avgjørt at havt kallað allar kommunurnar í oynni saman til fundar um málið.
?Í Suðuroynni hevur allar dagar verið ein togan ímillum syðru- og norðaru helvt og tað hevur forða fyri nógvum framstigum. Við sínari framferð í hesum máli, har landsstýrið bara hevur tosað við Vágs Býráð, hevur tað bara gjørt ilt verri, heldur Levi Niclasen.
Kenna ov lítið til ætlanina
Hvørki borgarstjórin í Sumba, Jacob Vestergaard, ella borgarstjórin í Fámjin, Elin Nielsen, eru hugað fyri at gera viðmerkingar til ætlanin at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
? Vit eru ikki kunnað um ætlanina og vit hava heldur ikki tosað um hana í bygdarráðnum, sigur borgarstjórin í Fámjin.
? Eg veit ov lítið til ætlanina til at eg kann hava nakra meining um hana, sigur borgarstjórin í Sumba.
Men Jacob Vestergaard leggur afturat, at ætlar landsstýrið at betala gildið sjálvt, kunnu teir bara gera tað. Er ætlanin hinvegin , at kommunurnar í Suðuroynni skulu betala ein part, áttu teir at sett seg í samband við okkum sum skjótast og greitt okkum frá ætlanini.
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur áður sagt við Sosialin, at hann hevði gleðiliga tikið av tilboðnum frá landsstýrinum.