Tað er skeivt at byggja eftirskúla í Føroyum.
Tað heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, og varaskúlastjóri á Eysturskúlanum.
Spurningurin um at byggja eftirskúla hevur verið frammi av og á hesi seinastu nógvu árini og í hesum sambandi hevur mest verið tosað um at byggja eftirskúla í Hvalba.
Men enn hevur politisk undirtøka ikki verið fyri tí og nú mælir Bjarni Djurholm til at sleppa ætlanini heilt.
Spurningurin um eftirskúla, er ein spurningur um, hvat er ynskiligt og hvat er gott at hava, heldur Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at tað er eingin orsøk til at uppfinna eina nýggja skipan, tí tað ber væl til at lata 10. flokkarnar kring landið lúka tann tørvin, eftirskúlar lúka.
- Fólkaskúlalógin leggur greitt upp til at tað eru rættiliga víðar ræsur fyri, hvussu 10. flokkur verður skipaður, sigur Bjarni Djurholm.
Í hesum sambandi mælir Bjarni Djurholm til at miðsavna allar 10. flokkarnar kring landið í tríggjar ella fýra deplar, ístaðin fyri at hava nakrar fáar næmingar í hvørjum 10. flokki kring landið.
Hann sigur, at 10. flokkarnir í Havn, Nám X, kann vera fyrimynd í hesum sambandi.
Tað ber væl til at umskipa 10. Flokkarnar, so at teir fáa ein dám av einum eftirskúla, sigur Bjarni Djurholm.
Brandur Sandoy, floksfelagið hjá Bjarna Djurholm, er ikki samdur, tí hann heldur, at eftirskúlar geva næmingunum nakað heilt annað, tí á einum eftirskúla búgva næmingarnir eisini og eru sostatt saman alt samdøgurið.