Allir føroyingar skulu kannast fyri korona

Samstundis skal tað vera eitt krav, at øll, sum koma til landið, skulu í sóttarhald, heldur tingkvinna

Vit eiga at kanna so nógv fólk sum gjørligt fyri korona, helst allar føroyingar.

Tað heldur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og nú vil hon hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann at greiða frá, hví hetta ikki verður gjørt.

Í Føroyum hava vit umstøður tiæ at kanna eini 600 fólk umd agin. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll fólk í Føroyum eftir stuttari tíð, sigur Kristina Háfoss.

– Høvdu vit gagnnýtt hetta, hevði tað givið mynduleikunum eitt óvanliga gott innlit í, hvussu støðan við korona er í Føroyum sigur hon.

Og tað átti at gjørt tað lættari, at latið samfelagið upp á tryggum grundarlagi, heldur hon.

– Eftir fólkatalinum hevur eingin kannað so nógv fólk fyri korona, sum Føroyar hava og nú eru umleið 12 prosent av fólkinum í Føroyum eru kannað.

– Men nú eru lutfalsliga fleiri kannað í Íslandi og somuleiðis hava eisini fleiri onnur lond sett sær fyri, at kannað alsamt fleiri fólk, sigur Kristina Háfoss.

– Tað gera tey tí at tey hava staðfest, at hetta er besti mátin at tálma smittuspjaðingini, so at tað ber til at venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag sum skjótast.

Men samstundis sum gerandisdagurin hjá føroyingum er nógv avmarkaður, koma nógv fólk til Føroya úr útlandinum hvørja viki. Tað verður mælt teimum til at tey fara í sóttarhald, men tað er einki krav.
– Ein máti at tálma smittuvandanum frá fólki, ið koma til Føroyar úr útlondum, er at krevja at tey fara í sóttarhald, og at tey verða kannað fyri korona. Hví verður hetta ikki gjørt, spyr Kristina Háfoss eisini landsstýrismannin.

Men hon heldur eisini, at so leingi vit í Føroyum ikki nýta alla okkara kanningarútgerð, kundu vit eisini bjóðað okkum fram, at hjálpt grannatjóðum okkara og gjørt kanningar fyri tey.

– Hetta hevði styrkt um vitanarstøði og granskinginga í Føroyum og hevði av álvara gjørt Føroyar til undangonguland á hesum øki.

– Eitt nú hava skotsk umboð úr bretska tinginum, víst á, at tey ikki hava havt møguleika at gera neyðugu kanningarnar á skotsku oyggjunum.

– Tað hevði verið gleðiligt, kundu vit hjálpt teimum við kanningararbeiðinum, heldur Kristina Háfoss.