Allir flokkarnir á tingið taka nú undir við at leggja uppskotið um hækkað barnaískoyti fram.
Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum - báðar floksumboð í Løgtingsins trivnaðarnevnd - hava nú sett sínar undirskriftir á eitt skjal, sum loyvir einum uppskoti um serligt barnaískoyti til viðgerðar í løgtinginum.
Sambært mannagongdunum hjá Løgtinginum, fór freistin at leggja nýggj uppskot fyri Løgtingið triðja mars. Undantaksloyvi verða tó givin, um minst 17 tinglimir taka undir við at leggja eitt uppskot fram. Síðani mánadagin hevur hetta uppskoti havt 15 undirskriftir frá tinglimum, og nú koma tær báðar seinastu kravdu undirskriftirnar úr bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.
1.500 krónur
Uppskotið, sum nú kann sleppa til viðgerðar, skjýtur upp at tað serliga barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækamarkinum verður hækkað, soleiðis, at upp móti 1.500 krónum kunnu latast afturat um mánaðin. Verður verandi uppskot samtykt, kemur lógin í gildi longu dagin eftir samtyktina.
Í viðmerkingunum til uppskotið, ið ein samlað andstøða stendur fyri, og samgonguflokkarnir hava samtykt at loyva til viðgerðar, verður víst til valdandi kjaki um fátækaváða og fátækadømi seinastu vikurnar.
- Sambært upplýsingum frá felagsskapinum »Í menniskjum góður tokki«, eru meira enn 500 børn í 269 húskjum, sum eru mest fíggjarliga sperd og liva undir 50% av miðinntøkuni. Hetta er ein støða, sum á ongan hátt kann góðtakast, siga andstøðuflokkarnir í uppskotinum.
Kostar landskassanum 9,2 mió
Sambært andstøðuni, er hetta uppskotið mest ítøkiligi hátturin at gera bráðfeingisbatar fyri mest fíggjarliga sperdu familjurnar, og mett verður, at sjálvt ískoyti kostar landskassanum góðar 9,2 milliónir krónur.
Kemur uppskotið í gildi, verður hækkaða barnaískoyti latið eftir umsókn frá familjunum, og málsviðgerðar skulu meta um hvørt einstakt mál, soleiðis at peningurin fellur á rætta stað. Sambært uppskotinum, kemur ein tílík málsviðgerð at kosta um eina millión krónur.