Allir gíslarnir funnir myrdir

Níggju útlendingar, sum vórðu burturfluttir í Jemen fríggjadagin, eru funnir myrdir Myndugleikarnir í Jemen kunngjørdu í gjárkvøldið, at teir høvdu funnið líkini av øllum níggju einastaðni har norðuri í landinum.

Talan var um eini týsk hjún við trimum børnum, ein bretskan mann og suðurkoreonsku konu hansara og tveir týskar menn. Tey arbeiddu á einum sjúkrahúsi har norðuri í Jemen, men hvurvu á útferð seinasta fríggjadag.

Tað er rættiliga fátæksligt har norðuri í Jemen, og økið er kent sum tilhaldsstað hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.