Allir grannarnir eru ímóti

Tað verður ikki uttan mótstøðu, at Tórshavnar Býráð sleppur undir ætlanina at byggja íbúðir á Frúutrøð í Havn

Øll tey, sum búgva upp at økinum á Frúutrøð í Havn, har Tórshavnar Kommuna ætlar at byggja einar 50 íbúðir, eru ímóti ætlanini.

 

Tað sigur Høgni Rasmussen, sum sjálvur býr á Frúutrøð, og sum hevur tosað við øll húski, sum eru víst á kortinum. Hann heldur, at tað eru nógva staðni í Tórshavnar Kommunu, har tað ber til at byggja íbúðir, uttan at gera seg inn á grannarnar, sum hann málber seg.

 

Hann sigur, at hann hevur spurt øll tey, sum búgva við parkeringsplássið á Frúutrøð og tey eru øll, uttan undantak, ímóti ætlanini,  sum nú fyriliggur um at byggja bústaðir á økinum, eftir at musikkskúlin er fluttur.

 

– Vit eru ikki ímóti at byggja íbúðir, og at gera Jónas Broncks til hugnaligastu og bestu gøtu í Havn, sigur hann. Men hann sigur, at ætlanin, sum nú liggur á borðinum, er ov stór, har mangla parkeringspláss, har mangla frítíðarøki og tað er ikki lagt upp fyri restini av Jónas Broncksgøtu, sigur hann.