Ísrael framdi álop í norðara parti av Gaza í nátt. Oyðileggingarnar eru øgiligar. Ísraelski herurin heitir staðiliga á íbúgvarnar har norðuri í Gaza um at rýma suðuryvir - fyri egnan tryggleika skuld.

Allir íbúgvar í Gaza eru í vanda

Reuters veit at siga, at Ísrael eisini hevur framt álop har suðuri í Gaza hesar seinastu dagarnar, og tí verður sagt, at ferðin suðuryvir bæði er avbjóðandi vandamikil.

Ísrael framdi álop í norðara parti av Gaza í nátt. Oyðileggingarnar eru øgiligar. Ísraelski herurin heitir staðiliga á íbúgvarnar har norðuri í Gaza um at rýma suðuryvir - fyri egnan tryggleika skuld.

Ísraelski herurin (IDF) heitir nú aftur staðiliga á íbúgvar í norðara parti av Gaza um at rýma suðureftir.

- Um tit velja at vera verandi og ikki rýma suðuryvir í Gazageiranum, soleiðis sum biðið er um, er vandi fyri, at Ísrael sær tykkum sum stuðulsleikarar hjá yvirgangsfelagsskapi.

Soleiðis endurgevur Reuters ísraelska herin fyri at siga í skundboðum til íbúgvarnar í Gaza.

Sambært Reuters eru boðini send íbúgvunum, bæði sum taluboð og á flogseðlum við navninum IDF, sum er ísraelski herurin og logo hjá herinum.

Í boðunum vísir ísraelski herurin á, at hetta eru eini skundboð til íbúgvarnar í Gaza og tey, sum velja at vera verandi har norðuri í Gaza, seta lívið í váða.

- Tey, sum ikki vilja flyta suðuryvir, kunnu verða sædd sum stuðulsleikarar hjá einum yvirgangsfelagsskapi, stendur sambært Reuters skrivað á flogseðlinum.

Tað var annars næst seinasta fríggjadag, at ísraelski herurin heitti á íbúgvarnar í Gaza um at fara suðuryvir fyri egnan tryggleika skuld.

Í gjár varð sagt, at 700.000 fólk høvdu fylgt boðunum, men at fleiri hundraðtúsund framvegis vóru eftir har norðuri í økinum, eitt nú í Gazabýi.

Reuters veit at siga, at Ísrael eisini hevur framt álop har suðuri í Gaza hesar seinastu dagarnar, og tí verður sagt, at ferðin suðuryvir bæði er avbjóðandi vandamikil.

Sambært Reuters hava fleiri palestinskar familjur mist síni kæru undir ísraelskum loftálopum, eftir at tey høvdu aktað boðini og vóru har suðuri í Gaza.

Í gjárkvøldið segði ísraelski herurin, at fleiri álop fóru at koma har norðuri í Gaza frá leygarkvøldinum at rokna.

Hamas sigur í morgun, at í minsta lagi 55 fólk eru deyð í ísraelsku álopunum í Gazageiranum í nátt. - Í minsta lagi 50 martyrar, leggur Hamas aftrat.

Ísraelski herurin sigur seg hava dripið fleiri tíggjutals yvirgangsmenn í álopunum á Gaza í nátt, og millum hesar er eitt nú næstovastin fyri rakettunum hjá Hamas.

##med2##