Allir mans eru tøkir

Hvørki í EB/Streymi ella hjá VB kenna tey nakað til skaðar ella leikbann

Upptakt

Tað eru tvey lið, sum hava tørv á stigunum, sum hittast á Eiði Kristi himmalsferðardag. EB/Streymur hevur eftir tríggjar truplar tvey stig, og hjá VB er úrtøkan tann sama, hóast tey í Vági ásanna, at hetta talið átti at verið hægri.

Tí er einki at ivast í, at báðir partar fara eftir stigunum. Hjá EB/Streymi sigur Hans Pauli Samuelsen, at har eru allir mans tøkir. Jákup Martin Joensen hevur verið nakað darvaður av skaða seinastu umførini, men hann sigst vera komin heilt fyri seg, so Piotr Krakowski hevur allar møguleikar at senda sterkastu uppstillingina inn á vøllin.
Og sambært Hans Paula Samuelsen, so er setningurin greiður.
- Nú hava vit havt nakrar truplar dystir at byrja við, men tað er so farið. Nú mugu vit fáa nøkur stig á kontina, so vit kunnu fara nakað upp á stigatalvuni, heldur hann.
Eisini í Vági kann venjarin, Hans Nielsen, velja sær sínu bestu ellivu kort at senda á vøllin.. Har eru boðini somuleiðis, at hvørki skaðar ella leikbann gera um seg. Og eins og hjá EB/Streymi, so er setningurin, at trý stig skulu til høldar.
- Eg haldi, at alt er á góðari leið. Nú skulu vit so bara eisini hava mál upp á møguleikarnar, sigur royndi málverjin á liðnum, Bjarni Johansen.