Tað verður ikki við høvuðsvenjaranum, Trygva Mortensen, við róðurspinnin, at B68 fer undir eina tí truplastu uppgávuna leingi, tá ið lettiska liðið Ventspils vitjar á Svangaskarði í kvøld. Áðrenn Trygvi tók við venjarasessinum í B68, hevði hann bílagt sær eina ferð saman við familjuni, og tí er tað hjálparvenjarin, Edmund Jacobsen, ið skal taka sær av liðnum hjá toftamonnum í kvøld.
Nógvir mangla
Tað hevur verið ein stórur trupulleiki hjá B68 í ár, at teir ikki hava havt so nógv fólk, og støðan undan dystinum í kvøld er heldur ikki nakað undantak í so máta. Tríggir mans verða heilt vist ikki við, meðan tríggir aðrir eru ivasamir. Tað er greitt, at bæði brasiliumaðurin Alex og veteranurin Jákup Eli Olsen ikki fáa leikt vegna skaða, og Øssur Jacobsen verður heldur ikki við, tí at hann er uttanlanda. Harafturat er stórur ivi um Mikkjal Thomassen, tí at hann hevur trupulleikar við hælsinuni. Eisini teir báðir Bogi Petersen og Mortan Hansen verða neyvan at síggja á vøllinum í kvøld, men tað er tó ikki avgjørt enn.
Hinvegin kann Edmund Jacobsen fegnast um, at pappírini hjá brasilumanninum Anderson nú eru komin í rættlag, og hann hevur undir venjing víst, at hann er ein styrkur fyri liðið, sigur hjálparvenjarin hjá B68. Eisini bulgarski áleyparin, Stankov, er komin fyri seg eftir skaða, og hann verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld, sigur Edmund Jacobsen. Hin nýggi brasiliumaðurin hjá B68, Fabricio, verður tó ikki við, tí pappírini hjá honum eru enn ikki komin í rættlag.
Fara eftir einum javnleiki
Útgangsstøðið hjá B68 í kvøld verður at fáa ein javnleik, sigur Edmund Jacobsen og leggur afturat, at um tað skal eydnast, er neyðugt, at allir leikararnir hjá toftamonnum spæla upp til sítt allarbesta. Hann sigur, at tað verður umráðandi hjá B68 at hava so nógv mans sum gjørligt aftan fyri bóltin, tá ið lettarnir leypa á, so at Ventspils ikki fær pláss til at spæla sítt spæl. Hinvegin verður tað eisini av stórum týdningi, at tað fer nógv fólk fram við, tá ið B68 fer í álop. Edmund Jacobsen sigur, at hetta krevur sjálvsagt, at allir mans gera ein stóran arbeiðsinnsats, og sum venjingarnar hava verið seinastu dagarnar, er hann heldur ikki í iva um, at tað ber til.
B68 hevur ikki nógv fólk við altjóða royndum, og tí kemur óivað nógv at hvíla á herðunum hjá liðskiparanum, Øssur Hansen, sum hevur drúgvar altjóða royndir frá sínari tíð á føroyska a-landsliðnum. Tað eru tó fleiri av yngri leikarunum hjá B68, sum hava nakað av royndum frá ymiskum ungdómslandsliðum, og tær royndir kunnu eisini koma væl við í kvøld. Dysturin á Svangaskarði í kvøld verður klokkan 19.