Allir sleppa at spæla

Av tí at dystarskráin er so trong og krevjandi, nú manslandsliðið í hondbólti spælir tríggjar HM-undandystir eftir trimum døgum, verður spælitíð til allar, sum eru við

Seinnapartin í dag var fyrsti dysturin hjá manslandsliðnum í hondbólti, sum í hesum døgum er á Kypros fyri at spæla tríggjar HM-undandystir í tríggjar dagar ímóti ávikavist Sveis, Hvítarusslandi og Kypros.Spælt verður í Cypros College Athletic Centre í Nicosia, sum ikki er ókent fyri føroyingum, tí eitt nú var kvinnulandsliðið har í mars mánaði í 2008 og spældi Challenge Trophy-kapping.
Sum sagt, er fyrsti dysturin longu í dag klokkan trý, tá Sveis er mótstøðuliðið. Hetta er tað av liðunum, føroyingar kenna mest til, tí í undanfarnu EM-undankappingini vóru Føroyar eisini í bólki saman við Sveis. Tá vann Sveis 30-23 í Føroyum og 35-21 niðri í Sveis.
Føroyar skulu so í morgin klokkan eitt møta Hvítarusslandi, ið væntandi er minst líka sterkt sum Sveis, og síðsti dysturin verður sunnudagin á miðdegi, tá spælt verður ímóti vertunum av Kypros, sum ikki eru fult so sterkir sum hini bæði liðini, men tó verða mettir sum eitt vet sterkari enn Føroyar.

Tvær ketur
At so nógvir dystir skulu spælast eftir so stuttari tíð, er ein stórur biti hjá føroyska landsliðnum, men Dia Midjord og Kári Nielsen, ið hava ábyrgd av manslandsliðnum, hava roynt at lagt upp fyri hesum, so bæði samansetingin á liðnum og spælistílurin hevur sítt at siga, tá spælt verður.
– Vit spæla við tveimum ketum, so vit hava eina grundketu við tyngri monnum, ið helst koma at spæla tað mesta, og so hava vit eina lættari ketu, ið kann koma inn, tá dekkast skal offensivt og tá hinir hava brúk fyri hvíld, sigur Dia Midjord.
– Allir fáa spælitíð, so væl sum tað ber til hjá okkum hesar tríggjar dystirnar. Føroysku spælararnir eru vanir at hvíla meira, enn teir koma at gera her, tí minni enn 24 tímar eru millum dystirnar, so tað kann gerast møðsamt hjá fleiri av monnunum, ið verða nógv brúktir.
Landsliðshópurin hevur verið so nógv saman, sum gjørligt hevur verið eftir annan jóladag, tá seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini blivu spældar, og av tí at vit nú eru mitt í kappingarárinum, skuldi liðið verið væl fyri til hesa strævnu uppgávuna um vikuskiftið.
– Spælararnir eru yvir ein kamb í munandi betri formi, enn teir hava verið til undanfarnar kappingarnar. Eg haldi, at føroyska landsliðið er so sterkt, sum tað ongantíð áður hevur verið, sigur Dia Midjord.