Sum heild var tað talan um eitt liðavrik av teimum stóru, sum tryggjaðu Føroyum avbera góða úrslitið í Moskva. Skal nakar takast framum, má tað verða Jákup Mikkelsen, men yvirhøvur stóðu allir leikarar seg javn væl á litaða grúsvøllinum í Luzjniki Stadion í Moskva
Leikaraummæli
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen Herfølge 19 dystir/0 mál
Hevði meira enn nóg mikið at gera fyrstu løtuna, tá russar meira ella minni hersettu føroysku hálvuna. Slapp tó væl frá tí mesta, og var ósekur, tá Mostovoi skeyt einsamalla málið í dystinum. Hevði eisini í einum trimum førum nakrar kanónbjargingar, og ikki minst mundu viðleikararnir vera takksamir, tá hann bjargaði royndini móti tí púra leysa Dmitri Khoklov.
2. Óli Johannesen Hvidovre 50/1
Jubilarurin á landsliðnum hevði fyrstu løtuna sera trupult við at halda skil á viðleikarunum í verjuni. Hetta batnaði tó nakað eftir fyrstu 10 minuttirnar, og so við og við gjørdist avrik hansara alt meira sannførandi. Var óheppin tá hann skeyt upp um eftir hornaspark, men hugsaði annars mest um verjupartin, ið sjálvsagt er staðið, har tørvurin á honum er størstur.
3. Pól Thorsteinsson B36 21/0
Kom beina leið inn aftur á landsliðið, har hann fekk til uppgávu at taka sessin hjá Johan Byrial Hansen. Uttan stórvegis hóvasták lyfti hann uppgávna, og eftir spælinum døma, skuldi ein so avgjørt ikki hildið, at hann hevði verið hálvt annað ár burturi frá landsliðnum. Við umhugsni og kvikleika eydnaðist tað í nógvum førum at fáa eina tá ímillum russiska samanspælið, og einki er at ivast í, at Pól er komin aftur á landsliðið fyri at verða.
4. Jákup á Borg B36 12/0
Slapp fyri fyrstu ferð at spæla samfullar 90 minuttir, og at hann ikki varð skiftur úr, boðar helst frá, at venjarin hevur verið nøgdur. Røkti skyldur sínar í bæði álops- og verjupartinum, og var talan um heimadyst, hevði hann ivaleyst eisini ognað føroyingum eitt brotsspark. Hevur veruliga tikið av, nú hann hevur fingið møguleikan á landsliðnum, og eigur ivaleyst nógvar dystir til góðar framyvir.
5. Hans Fróði Hansen B68 17/1
Tað var fyrst og fremst í spælinum við hóvdinum, at Hans Fróði gjørdi vart við seg í hesum dystinum. Vann so at siga alt í luftini, soleiðis at russar ongan tíð gjørdist vandamiklir á hesum økinum. Hevði tó nakrar trupulleikar í spælinum niðri við jørðina, men hetta gjørdist eisini betri, tá hann slapp undan at hugsa um kvika Maxim Buznikiu.
6. Øssur Hansen B68 44/2
Var við í sera nógvum av framrættaða føroyska spælinum. Ikki minst tá hann við longum sendingum skapti vandamiklar støður í fyrra hálvleiki. Við eitt sindur av hepni hevði hann eisini komið á máltalvuna, men triðja landsliðsmáliði noyðist so at bíða nakað enn. Var kanska ikki heilt so stinnur í verjupartinum, sum vanligt, men hetta skyldast helst eisini sterku mótstøðumonnunum.
7. Fróði Benjaminsen B68 9/0
Eftir vala avrikið í Luksemburg slapp Fróði at varveita sessin á miðvøllinum, og hetta gjørdi hann eisini uttan stórvegis hóvasták. Tordi at bjóða av, og uttan stórvegis virðing fyri mótstøðuni setti hann so avgjørt sítt merki á dystin. Saman um tikið mundi avrik hansara eisini vera tað besta á miðvøllinum, uttan at nakað tó skal takast frá monnunum, sum hann hevði við síðuna av sær.
8. Julian Johnsson Sogndal 38/1
Við vandanum fyri endurtøka skal enn eina ferð sigast, at størsta styrkin hjá Julian er og verður ótrúliga orka hansara. Var við í sera nógvum á vøllinum, men í mun til dystin leygardagin, var Julian ikki so sjónligur í skapandi partinum av spælinum. Partvíst varð hetta tó orsakað av vøllinum, tí longu dragingar hansara vóru at kalla ógjørligar, tá undirlagið var somikði óslætt.
9. Kurt Mørkøre Sogndal 34/3
Tók av álvara dystin upp við russisku bjørnina, og ikki minst í fyrra hálvleiki gjørdi hann sær dælt av kropsstyrki síni, har hann ikki læt nakran russa sleppa at taka sær av løttum. Vann eina rúgvu av nærdystum, og var tí eisini við í so at siga øllum, sum varð skapt fram eftir í fyrra hálvleiki. Tá russar í seinna hálvleiki vórðu heldur varnari, fekk Kurt eisini minni rásarúm. At hann varð skiftur út, komst í øllum førum ikki av nøkrum vánaligum avrikið, men heldur av taktiskum orsøkum.
10. Christian Høgni Jacobsen NSÍ 3/1
Hóast góða avrikið í Luksemburg, var tað heldur óvæntað at ungi maðurin slapp at byrja inni í Moskva. Við avrikið sínum gav hann tó enn eitt frálíkt dømi um, at hann so avgjørt er ein teirra, sum nógv kann roknast av í framtíðini. Við glíðandi dragingum sínum megnaði hann fleiri ferðir at skapa órógva í russisku verjuni, og hann tóktist ikki á nakran hátt at hava trupulleikar av fysisku styrkini hjá mótstøðumonnunum. Spurningurin eftir hesar báðar dystirnar tykist kanska vera, hvat Allan Simonsen skal gera, tá allir álopsleikararnir aftur eru tøkir.
11. John Petersen B36 31/3
Skuldi sum vant taka sær av kreativa partinum á miðvøllinum, og hetta megnaði hann í størri mun enn ímóti Luksemburg. Stórur partur av føroyska spælinum gekk ígjøgnum hansara føtur, og har umframt var hann á ongan hátt bangin fyri at taka eina hond við í verjupartinum. Mistók seg tó álvarsliga í einum einstøkum føri, tá hann fór skeivur av bóltinum, men hetta kann tó ikki á nakran hátt draga avrik hansara niðureftir.
14. Sámal Joensen GÍ 21/0
Hóast hann nú var vorðin frískur, so var hetta ikki nóg mikið til at byrja inni aftur á vanliga plássinum á miðvøllinum. Slapp tó sum einasti skiftisleikari inn á vøllin, og hóast tíðin á vøllinum var ov knøpp til at geva nakra veruliga meting, so sást kortini, hví hann vanliga telist millum føstu menninar á liðnum