Allir yvirgangsmenn

Indisku myndug­leikarnir siga, at allir menninir, sum vóru við í álopinum í Mumbai, vóru úr Pakistan

- Allir yvirgangsmenninir, sum doyðu í bardøgunum í Mumbai, vóru úr Pakistan, segði stjórin í indiska innan­ríkisráðnum, Shakeel Ahmad, við bretska kring­varp­ið BBC í morgun. Hann legði afturat, at India skuldsetir ikki pakistonsku stjórnina fyri at hava stuðlað yvirgangsmonnunum.

Samstundis hava indisku myndugleikarnir upplýst, at 172 fólk doyðu í yvir­gang­inum, og at næstan 300 vórðu særd.

Indiska tíðindastovan PTI skrivaði í gjár, at fleiri limir í indisku stjórnini hava hug at slíta friðarsamráðingarnar við Pakistan. PTI visti eisini at siga, at Manmohan Singh, forsætisráðharri, er sera vónsvikin av, at Pakis­tan ikki ger meiri fyri at forða yvirgangi ímóti India.

Ajmal Qasab, tann einasti yvirgangsmaðurin, sum bleiv tikin á lívi, er úr Pakis­tan, og sambært indiskum keldum hevur hann greitt løg­regluni frá, hvørjir fel­ag­ar hansara vóru. Hann skal eisini havt sagt, at hann var í venjingarlegu hjá pakist­anska felagsskapinum Lashkar-e-Taiba, sum berj­ist ímóti tí indiska stýrinum í Kashmir.

Pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, hevur inniliga heitt á India um ikki at revsa Pakistan fyri at­sókn­ina at Mumbai. Hann segði í gjár, at teir hernaðarligu felagsskapirnir í økinum eru so sterkir, at teir kunnu elva til kríggj millum lond­ini bæði.

- Vit liva í einari truplari tíð, har óalmennar kreftir hava elvt til kríggj sum t. d. atsóknin at USA 11. sep­tem­­ber í 2001, segði Zar­dari. Hann hevur fyrr sagt, at Pakistan fer at revsa teir seku, um tað kann prógvast, at nakar í Pakistan hevði sam­band við yvirgangin í Mumbai.