Allround bilfyritøka

Síðan bilfyritøkan Bilrøkt flutti í egnar virkisbygningar í Stiðjagøtu í Havn, hevur fyritøkan miðvíst víðkað um sítt virksemi. Nú fer Bilrøkt veruliga út í kappingina um leigubilar

Bilfyritøkan Bilrøkt, sum hevur fimm ár á baki, víðkar alla tíðina um sítt virksemi. Síðan fyritøkan flutti í egnar virkisbygningar í Stiðjagøtu, eru arbeiðsumstøðurnar vorðnar munandi betri og ymiskt virksemi er komið afturat sum t.d. Suvo-rustviðgerð. Nú fer Bilrøkt veruliga út í kappingina um leigubilar við 10 nýggjum Honda Accord, sum er á veg.


Í samrøðu við Bilradio á Rás2 hósdagin sigur stjórin í Bilrøkt, Jákup á Borg, at eitt sum kundarnir hava tikið væl í móti er Gullkortið, sum er ein lutfalsliga nýggj tænasta. Tann sum keypir eitt Gullkort fyri 800 krónur hevur nevnliga atgongd til fleiri av tænastunum hjá Bilrøkt sum t.d. flutningshjálpina, eftirlit av akfarinum (kanna bremsur, útstoyt, perur o.a.) rustviðgerðareftirlit, hjólskift, umvæling av steinsløgum, umframt avsláttur í sambandi við reingerð, rustviðgerð, verkstaðsrokningina, dekk og leigubil.


Bilrøkt er ein allround fyritøka innan bilbranchuna og dekkar sera breitt við t.d. leigubilum til nógv ymisk endamál, sum verða marknaðarførdir undir navninum Car Rental, klárgering av bæði nýggjum og brúktum bilum, Car-cosmetic, ið er polering, reinsan og lakkforsegling av bilum, eisini hava teir sølu av produktum til viðlíkahald og reingerð av bilum, og eina hjálpar- og flutningstænastu við trimum flutningsbilum, umframt at teir eisini hava mekaniskan bilverkstað og dekksølu við nútímans dekk- og balanseringsmaskinum.