Seinastu tíðina hevur Hans á Bakka verið eftir laksi á Vágsfirði og ført hann norður á virki á Glyvrum til hagreiðingar. Hetta hevur elvt til nakað av ónøgd sunnanfjørðs, tí tað tekur jú arbeiðið frá virkinum hjá Bakkafrost í Vági.
Bakkafrost greiðir í skrivi í dag frá, at ein av orsøkunum til at skipini hjá felagnum hava vitjað so ofta har suðuri, er at avlúsa laksin í ringunum. Hetta, saman við rognkelsum, er liður í arbeiðinum hjá Bakkafrost at halda lúsatrýstinum niðri uttan nýtslu av heilivági.
- Uttan hesi amboð hevði ikki verið gjørligt at alt fiskin fram til fulla tøkustødd, sum vit nú hava gjørt. Fiskurin sum verður kruvdur ídag, vigar omanfyri 7 kg – og er av allarbestu dygd, skrivar felagið.
Høvuðsorsøkin til, at fiskur nú verður førdur norðureftir til virkingar, er fyri at tøma ringarnar, so fjørðurin skjótast gjørligt verður klárar til nýggja útseting. Lógin sigur, at ein fjørður skal hvíla í tveir mánaðir millum tøku og nýggja útseting og ætlanin hevur verið, at nýggj útseting skuldi vera longu 1. apríl.
- Hetta fara vit ikki at klára – men hava nú sum mál at klára 4 vikur seinni. Tað ber ikki til at útseta útsetingina longur, tí onnur aliøki koma beint eftir Vág, sum eisini skulu hava smolt, og verða hesi klár í juni/juli – og fyri at smoltstøðirnar skulu megna at hava smoltið klárt er neyðugt at fáa fiskin til økið á Vágsfirði út av støðunum áðrenn, skrivar felagið.
Bakkafrost voðar frá, at felagið nú er farið undir at byggja nýtt kryvjivirkið í Vág til tess at hetta kann nøkta tørvin á kapasiteti, tá laksurin á alifirðunum skal takast. Hetta virkið verður ætlandi liðugt í summar.
- Ætlanin er sostatt at kryvjivirkið í Vági skal kryvja allan fisk frá aliøkjunum í Suðuroy, og vænta vit at hetta við tíðini eisini fer at geva meining fyri felagið. Neyðugt er at virkið klárar at tøma ein fjørð við áleið 5.000 tonsum innanfyri 2 mánaðir, t.v.s. umleið 40 arbeiðsdagar, og tað fer nýggja virkið at megna; men inntil nýggja virkið er klárt er neyðugt at nýta aðrar møguleikar soleiðis at alivirksemið í Suðuroy skal megna at halda seg innanfyri bæði lúsamørk og aðrar lógarásettar treytir, skrivar Bakkafrost.