Almanna- og heilsurøktarafelagið havt aðalfund

FAKFELAG
Tíðindaskriv

Almanna- og heilsurøktarafelagið hevði aðalfund mikudagin 18. apríl 2007. Majbritt Mohr stóð ikki fyri vali í ár, so hon heldur fram sum forkvinna. Hinvegin stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur fyri vali. Anna-Britt Eið og Jóhanna Køtlum stillaðu uppaftur, og tær vórðu afturvaldar. Eisini Katrin Biskopstøð stillaði uppaftur, og hon varð afturvald til tiltakslim. Umframt omanfyri nevndu limir eru Sunrid Berg og Eyðna Hansen eisini nevndarlimir, og Eimy Hansen er tiltakslimur.
Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javna, hevði eina áhugaverda framløgu. Hon tosaði millum annað um tørvin á røktarstarvsfólki á sambýlunum til fólk við breki. Lis legði dent á, at Javni var eitt áhugafelag, og at felagið als ikki vildi taka dagar ímillum, hvørji starvsfólk skulu arbeiða á sambýlum ella bústovnum. Javni er áhugaður í, at búfólkini millum mangt annað fáa góða røkt, og at heilivágsumsitingin hjá teimum er fullgóð.
Í sambandi við framløguna hjá Lis vístu vit í Almanna- og heilsurøktarafelagnum á førleikarnar hjá heilsurøktarunum. Eitt nú greiddu vit frá, at vit hildu okkum vera ein starvsfólkabólk, ið hevði kunnað loyst nógvar av teimum uppgávunum, ið eru í heimum fyri fólk við breki.