Almannamálaráðið skal styrkjast

- Starvsfólkið í Almannamálaráðnum hevur í alt ov stríðst við at sløkkja teir ringastu eldarnar, meðan eingin orka hevur verið til at fáa skil á hetta stóra málsøki, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, sum hevur biðið um pengar til at seta í minsta lagi tríggjar fulltrúar í starv afturat.

- Hetta er í síðsta enda ein spurningur um at fáa skil á tí ruðuleika, ið hevur valdað á økinum tey mongu síðstu árini. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, sum hevur sett sær fyri at at styrkja umsitingina av málsøkinum almannamál. Málsøkið fevnir um á leið ein triðing av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, ella tilsamans 1,25 milliard krónur.
Páll á Reynatúgvu vísir á, at hann í síni umsiting hevur seks fulltrúar, ið arbeiða á almanna- og javnstøðuøkinum. Men hetta er alt ov lítið, og tí hevur landsstýrismaðurin á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár biðið um pengar til at seta í minsta lagi tveir fulltrúar í starv afturat. Harumframt biður landsstýrismaðurin um pengar til at seta eitt fólk burturav til at smíðja eitt uppskot til eina nýggja forsorgarlóg.
Páll á Reynatúgvu sigur, at í løtuni verður arbeitt við uppskoti til nýggja barnaforsorgarlóg og vanlukkutryggingarlóg. Málið er at fáa hesi bæði uppskot avgreidd í hesi tingsetu.

Nýggj forsorgarlóg
Páll á Reynatúgvu sigur, at eitt av hansara fremstu málum er at fáa eina nýggja forsorgarlóg. Hann vísir á, at nógvar av ásetingunum í galdandi lóg eru ikki tíðarhóskandi og harafturat ivingarsaman í mun til galdandi siðvenju. Tí hevur landsstýrismaðurin biðið um pengar til at seta eitt fólk burturav til at arbeiða við málinum. Eisini er ætlanin at hava ein ráðgevingarbólk við serkønari vitan, ið skal hjálpa fulltrúanum við sínum arbeiði.
Landsstýrismaðurin í almannamálum sigur, at hann ætlar at fáa eina nýggja forsorgarlóg í løgtingið, einaferð í næstu tingsetu. Hann hevur tó valt at bíða við at søkja eftir fólki til at gera arbeiði, fyrr enn hann hevur fingið vissu fyri, at nakrir pengar vera á fíggjarlógini fyri næsta ár til endamálið. Fær hann pengarnar, so verður søkt eftir fólki fyrst beint eftir nýggjár, sigur Páll á Reynatúgvu.

Afturútsiglt øki
Páll á Reynatúgvu vísir á, at alt almannaøkið sum heilt hevur verið afturútsiglt, nógv tey seinastu árini, millum annað tí at ov lítil orka hevur verið til at umsita økið. Hetta hevur eitt nú ført við sær, at starvsfólk hava havt trupult við at støðast í umsitingini.
- Eg haldi, at starvsfólkini nú hava vónir um at fáa eitt nøkunlunda rímiligt arbeiðsumhvørvi. Tey nógvu síðstu árini hevur orka ikki verið til allar uppgávurnar, ið krevjast av umsitingini, og tí hevur bara borið til at fingist við tær mest átrokandi uppgávurnar. Hetta hevur gjørt, at tað hevur verið trupult at leggja nakrar ætlanir, sigur Páll á Reynatúgvu.
Landsstýrismaðurin hevur tó vónir um, at fær hann játtan til at seta t.d. tveir fulltrúar í starv afturat, so ber til at koma uppundan, og fáa slætt borð.

300.000 krónur til heimasíður
Teir báðir landsstýrismenninir í Trivnaðarmálaráðnum hava eisini biðið um pengar til hvør sína nýggja heimasíðu. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár verður biðið um tilsamans 300.000 krónur til tvær nýggjar heimasíður ? eina til Almannamálaráðið og eina til Familju- og heilsumálaráðið.
Páll á Reynatúgvu sigur, at heimasíðurnar skulu vera eitt amboð hjá ráðunum at nýta í samskiftinum við borgaran, og skulu eisini kunna lætta um í dagliga arbeiðinum í umsitingini.